Kyndilsmenn fáa veruliga roynt seg móti krútsterkari mótstøðu í altjóða kapping í Norðurmakedonia.
Kyndil hevur higartil spælt tveir dystir í “Krste Andonovski International Tournament”.
Ígjár tapti Kyndil 25-39 (13-21) fyri vertsliðnum, HC Ohrid.
Í dag gekk frægari móti kroatiska liðnum, Nexe sum hevur nógvar royndir frá evropeiskum bólkaspølum. Kyndil tapti í dag 20-28 (10-15) fyri Nexe.
Í morgin spælir Kyndil triðja og seinasta dystin í innleiðandi bólkaspælinum. Dysturin verður ímóti serbiska stórfelagnum, Partizan.
Dysturin verður stroymdur á www.skilung.fo.
Leygardagin skulu kyndilsmenn spæla ein plasseringsdyst.