Flestu føroyingar munnu kenna eyðkendu útgávuna av »Fuglakvæðinum«, sum Gnags-gittarspælarin Per Christian Frost gjørdi. Útgávan er stevtung og rockkend. Upptøka av føroyskum kvøðarum verður brúkt. Og ein framfýsin, el-gittar gevur sítt ljódliga ískoyti til sangin.
Sosialurin hevur í vikuskiftisblaðnum funnið fram til nøkur fólk, sum plagdu at vera nógv frammi í almenna rúminum, men sum ikki eru tað longur. Ein av teimum er Per Christian Frost, sum er kendur sum gittarspælari í danska poppbólkinum Gnags.
Upprunaliga var ein útgáva av »Fuglakvæðinum« gjørd til eitt listarligt margmiðlaverk, sum seinni varð gjørt til sjónvarp. Per Christian Frost framleiddi tónleikin til verkætlanina, og sangirnir komu út á lp plátuni »Albatros«. Ein av listarmonnunum var Jan Haugaard, sum er beiggi Jacob Haugaard og hevur føroysk ættarbond. Nógv ár seinni skuldi Jan Haugaard gera eina dokumentarsending fyri DR um Føroyar, og tá kom hann aftur til Per Christian Frost at spyrja eftir »Fuglakvæðinum«.
– Hann helt, at eg skuldi gera sangin av nýggjum til dokumentarin, og tað var eg við uppá, tí sangurin trongdi til eina nýggja innspæling. Tá var tað, at vit gjørdu útgávuna, sum føroyingar kenna, og sum er rættiliga feit við føroyskum kvøðarum og gittarspæli hvørt um annað. Tað er nakað av uppreistri í kvæðnum, og tað livir tónleikurin eisini upp til, sigur Per Christian Frost, sum er búsitandi í Aarhus, Sosialin.
Hetta seinasta árið hevur verið trupult hjá tónleikarum, og tað kennir Per Christian Frost eisini á egnum kroppi.
– Eg havi mín egna bólk, eina kvartett, og vit plaga at spæla millum 10 og 20 konsertir í Danmark um árið. Ætlanin var at spæla í januar og februar, men tað varð avlýst. Eg og ein vinmaður hava gjørt eina nýggja duo, og so eri eg einaferð um árið kapellmeistari fyri eina konsert hjá lesandi á universitetinum, sum er í Musikkhúsinum í Aarhus.
Hann er eisini partur av Gangs, sum útsetti konsertferð í fjør, og neyvan fer aftur at spæla fyrr enn í 2022.
– Eg og Peter A. G. putlast við at gera onkran tónleik, og eg má siga, at hendan korona farsóttin kennist langdrigin nú. Vónandi fáa vit skjótt bilbukt við smittuna, so vit sleppa at spæla konsertir aftur, sigur Per Christian Frost við Sosialin.
Her kanst tú hoyra »Fuglakvæðið« hjá Per Christian Frost
##med2##