Uppreistrarmenninir í Libya eru nú til reiðar at lýsa vápnahvíld í bardaganum við hermenninar hjá Muammar Gaddafi. Men treytin er, at Gaddafi skal taka sínar hermenn út býunum og loyva friðarligum mótmælisgongum ímóti stýrinum.
Tað skrivar amerikanska tíðindastovan AP. Sambært henni var tað andstøðuleiðarin Mustafa Abdul-Jalil, sum kom við tilboðnum um vápnahvíld á einum tíðindafundi í Benghazi, eftir at hann hevði hitt serliga ST-sendimannin, Abdul Ilah Khatib.
Teir seinastu dagarnar hava hermenninir hjá Gaddafi tikið seg nógv fram, og teir hava tikið fleiri býir, sum uppreistrarmenninir hava havt ræðið á.
Í morgun mælti týski uttanríkisráðharrin, Guido Westerwellw, til vápnahvíld í Libya.