Fyri fyrstu ferð í 25 ár lendi eitt irakskt ferðamannaflogfar á altjóða flogvøllinum í Teheran seinasta sunnudag. Ferðin skuldi vísa, at tey bæði grannalondini hava lagt gamalt stríð til viks, og at tíðin er komin til samstarv.
Samstundis hevur tann annars so umstríddi irakski varaforsætisráðharrin, Ahmed Chalabi, verið í Teheran og tosað við tann ikki minni umstrídda forsetan har, Mahmoud Ahmadinejad. Sambært The New York Times tosaðu teir um møguleikarnar fyri samstarvi, men spurningurin um iranska uppílegging í Irak varð eisini umrøddur, skrivar blaðið.
Bretska herleiðslan í Irak vil vera við, at Iran letur teimum iraksku uppreistrarmonnunum nútímans vápn til bardagan ímóti teimum útlendsku hermonnunum. Generalurin J. B. Dutton, sum er ovasti fyri teimum útlendsku hermonnunum har suðuri í Irak, segði mánadagin, at uppreistrarmenninir eru farnir at brúka kúlur, sum fara ígjøgnum hernaðarakfør, og at hesar uttan iva eru komnar um markið úr Iran.
-Vit eru ikki heilt vísir í, hvar tær verða gjørdar, men vit vita, hvør hevur tøkni til at gera tær, og tí hava vit ein grundaðan illgruna um, at tær koma um markið, segði bretski generalurin.
Iranska stjórnin avsannaði alt fyri eitt, at uppreistrarmenninir hava fingið nútímans útgerð haðani. Talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum í Teheran segði, at bretska skuldsetingin er bara ein roynd at káva út yvir egin mistøk og egnar veikleikar.
Tíðarritið The Middle East skrivaði fyri nøkrum døgum síðani við einum bretskum diplomati sum keldu, at Iran stuðlar uppreistrarmonnunum í Irak, so teir amerikonsku og bretsku hermenninir har skulu hava nóg mikið at takast við. Á tann hátt vóna iranar at forða fyri, at amerikanararnir fáa stundir til at søkja at kjarnorkuútbúnaðinum í Iran, skrivaði tíðarritið.










