Føroyska U20-landsliðið hjá monnum spældi í dag seinasta dystin í EM-kappingini fyri smátjóðir, sum Føroyar hava verið vertir fyri hetta vikuskiftið. Allir dystirnir hava verið spældir í stórhøllini á Hálsi.
Mótstøðuliðið í dag var Luksemburg, sum hevði vunnið báðar sínar dyst, meðan Føroyar skuldi royna at reisa seg eftir 3-2-tapið ímóti Skottlandi í gjár. Ein 3-0- ella 3-1-sigur í dag hevði givið Føroyum 1. plássið.
Tað gjørdist skjótt greitt, at tað fór at gerast ógvuliga trupult. Luksemburg var sannførandi og vann fyrsta settið stórt 25-12. Føroyar vóru betur við í øðrum setti og eitt nú stóð á jøvnum 19-19, men Luksemburg vann settið 25-20.
Luksemburg var á odda stóran part av triðja setti og stevndi ímóti 3-0-sigri, men Føroyar, sum nú hevði gjørt nakrar útskiftingar, kúgvendu settinum, og við góðum spæli vunnu Føroyar 25-22 og minkaðu harvið til 2-1 í settum.
Í fjórða setti tóku Føroyar so líðandi við takinum, og tað endaði við einum sannførandi vunnum setti umvegis 25-18, soleiðis at tað nú stóð á jøvnum 2-2 og neyðugt var við einum fimta og avgerandi setti.
Føroyar fingu eina dreymabyrjan upp á avgerandi settið og løgdu seg skjótt á odda 6-1, men Luksemburg át seg innaftur á Føroyar og kom á odda 13-12. Nú var støðan meinlík henni í gjár, har Føroyar mistu á stokkinum.
Soleiðis skuldi tað ikki vera hesaferð, tí nú var tað Føroyar, ið stóð seg betur í avgerandi løtuni. Føroyar vann 15-13 og við einum rimmar comeback vunnu teir dystin ímóti Luksemburg við 3-2 í settum.
Føroyar blivu nummar tvey í hesari EM-kappingini fyri smátjóðir, sum nú er av á hesum sinni. Luksemburg vann kappingina.
Føroyar – Luksemburg 3-2 (12-25, 20-25, 25-22, 25-18, 15-13)