Upplýsandi tiltak um parkinsonsjúku

Kristian Winge, neurologur, fer at greiða frá nýggjum viðgerðarmøguleikum og tí nýggjasta innan gransking í parkinson.

Parkinsonfelagið og Landssjukrahúsið fara at skipa fyri fyrilestri um parkinsonsjúku fríggjakvøldið 28. november klokkan 19.30.

 

Kristian Winge, neurologur, fer at greiða frá nýggjum viðgerðarmøguleikum og tí nýggjasta innan gransking í parkinson.

 

Maria Skaalum Petersen, granskari, fer at greiða frá gransking innan parkinson í Føroyum. Hon fer at greiða frá, hvat er farið fram higartil - og hvørjar framtíðarætlaninar eru.

 

Eftir framløgur verður eisini høvi seta spurningar, og tey luttakandi fáa okkurt at leska sær við. 

 
- Tiltakið verður í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, og neyðugt er ikki við tilmelding frammanundan, siga Parkinsonfelagið og Landssjúkrahúsið í kvøld.