Upplýsandi løta um blóðsjúku

Krabbameinsfelagið fer at skipa fyri upplýsing fyri fólki, ið hava blóðsjúkuna "polycythæmia vera"

Mikudagin 26. mars frá klokkan 15–17 skipar Krabbameinsfelagið fyri einari upplýsandi hugnaløtu fyri fólki, ið hava blóðsjúkuna "polycythæmia vera", sum eisini verður kallað "myeloproloferativ syndrom".

 

Bjarni á Steig, serlækni í blóðsjúkum og leiðandi yvirlækni á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum fer at halda fyrilestur um polycythæmia vera.

 - Endamálið við degnum er at geva fólki við hesi diagnosu høvi at fáa meira innlit í teirra sjúku og at kunna deila vitan og royndir í einum hugnaligum og tryggum umhvørvi, sigur Krabbameinsfelagið.