TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við kenda kokkin, Guðmund Guðmundsson, ið saman við soninum, Markus og sváginum, Heina Justinussen er í Íslandi fyri at stuðla íslendska fótbóltslandsliðnum í HM-endaspælinum í fótbólti. Samrøðan var gjørd í steðginum í dystinum millum NSÍ og Víking.
Guðmundur Guðmundsson sigur, at dysturin hjá Íslandi í dag í bólki D, har "Strákarnir" aftur tóku fótbóltsheimin á bóli við einum frágera góðum avriki og 1-1 javnleiki ímóti Argentina var ein ógloymandi uppliving.
Guðmundur Guðmundsson sigur, at dysturin millum Ísland og Argentina í dag minti nógv um dystin millum Ísland og Portugal fyri tveimum árum síðani tá íslendingar spældu sín fyrsta EM-endaspælsdyst ímóti Portugal. Dysturin ímóti Portugal við Cristiano Ronaldo á odda endaði við javnleiki 1-1.
Guðmundur Guðmundsson sigur, at talan er um eina stóra uppliving at ferðast í Russlandi, og russar eru sera blíðir og hjálpsamir, og hava stóra sympati við lítla landinum, Íslandi sum bjóðar teimum stóru til dans.
Guðmundur Guðmundsson heldur, at Ísland við hesum hugburðinum og stríðsviljanum kann røkka langt í HM-endaspælinum.