-Tað er umráðandi fyri næmingarnar at uppliva ein øðrvísi gerandisdag, enn bara vanligu skúlagongdina, og vit hava valt at seta tvær vikur av til starvsvenjing, tí vit meta, at um tíðarbilið var minni enn tað, so var tað ov stutt.
Tað sigur Regin Marnersson, stjóri í Nám, nú allir 9. flokkar í Føroyum skulu í starvslæru.
Geyr Gilsteinsson er næmingavegleiðari í Eysturskúlanum.
- Tað er sera spennandi og avbjóðandi at senda næmingar í starvslæru, sigur Geyr Gilsteinsson, ið hvørt ár skal leita fram starvslærupláss til allar næmingarnar í 9. flokki í Eysturskúlanum.
- Hóast nógv skal ringjast og nógvir teldupostar skulu sendast, so er tað tó lættari at senda 9. flokk í starvslæru enn at senda Nám X. Í Nám X er nevniliga talan um einar 170 næmingar ella so, leggur hann afturat at enda.