Upplestur í Sirkus í kvøld

Í kvøld klokkan 21 er upplestur í Sirkus við føroyskum og indiskum høvundum. Talan er um føroysku Carl Jóhan Jensen, Sólrun Michelsen, Rúna Weihe og indaran H. S. Shivaprakash

Í kvøld klokkan 21 er upplestur í Sirkus við føroyskum og indiskum høvundum. Talan er um føroysku Carl Jóhan Jensen, Sólrun Michelsen, Rúna Weihe og indaran H. S. Shivaprakash.

 

H. S. Shivaprakash er yrkjari, leikritahøvundur og professari á JNU (Jaharwarlal Neru University). Hann er viðurkent skald og hevur fingið fleiri virðislønir fyri sítt listarliga virksemi.

 

Afturat hesum er hann yogi og lærir frá sær í hesi fleiri túsund ára gomlu indisku vísindini. Tað er í sambandi við eitt yogaskeið, at hann er komin til Føroyar.

 

Ludvík á Brekku, sum er formaður rithøvundafelagsins, sigur hettar vera ein gyltan møguleika at hoyra tann tjóðskaparliga og mentanarliga munin á skaldskapi, tá vestur møtir eystri.