Upplestur í Havn

   

Sunnudagin klokkan 15.00 verður upplestur í Pætursastovu í Tórshavn til frama fyri svøltandi børn í Sørvági.

Eitt samtak av føroyskum yrkjarum skipar fyri tiltakinum, har millum annað M. A. Jacobsens virðislønsmóttakarin Petur Jensen, sum í fjør fekk virðislønina fyri ?ongin sól er til?, luttekur.

Onnur luttakandi eru Sívar á Seiðabergi, Ditte Mathilda Joensen, Pætur Joensen og Martin Nolsøe Simonsen.


Tiltakið er ókeypis, men innsavning verður á staðnum til frama fyri tey neyðstøddu. Hetta er ein roynd hjá føroyskum skapandi fólki at rætta eina hjálpandi hond, har tørvurin á henni er størst. Seinastu nógvu árini hava skapandi listafólk kring allan heimin nýtt sína list í líknandi tiltøkum, og nú vilja føroyingar eisini verða við. Ein av fyrireikarunum sigur: ?Vit kunnu ikki altíð verða seinast við øllum?, siga fyrireikararnir at enda í einum tíðindaskrivi.