UPPLESTUR
Tíðindaskriv
Marjun Kjelnæs fer at lesa úr fyrsta stuttsøgusavni sínum »Ein farri av kolvetni«, ið kom út fyri kortum. Eisini fer hon at siga frá, hvussu tað er at skriva stuttsøgur. Sjálvt um hetta er fyrsta savnið hjá Marjuni, so hevur hon áður havt stuttsøgur á prenti í ymsum tíðarritum. Í 2001 vann Marjun Kjelnæs aðru virðisløn í stuttsøgukapping hjá Listastevnu Føroya og árið eftir fyrstu virðisløn í kapping um útvarpsleikir somuleiðis hjá Listastevnu Føroya.
Steintór Rasmussen fer upplestrarkvøldið at lesa egnar yrkingar úr yrkingasavninum »Føroyingar liva ikki av fiski eina«, sum kom út fyri jól í fjør. Hetta er fyrsta yrkingasavnið hjá Steintóri, men er hann áður kendur fyri sínar sangir millum annað frá vælumtókta tónleikabólkinum Frændum.
Aftaná upplesturin verður kaffi at fáa.