Uppleggið almannakunngjørt

­ Vit hava ikki tikið støðu til, hvønn dag uppleggið verður almannakunngjørt, men antin mánadagin ella týsdagin í komandi viku, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, við Internet Sosialin beint eftir middag leygardagin.

Tað kemur meiri og meiri fram í donsku fjølmiðlunum um samráðingarnar millum Føroyar og Danmark og sipað verður serliga til føroyska uppleggið, og hetta er helst ein av orsøkunum til, at landsstýrið nú hevur avgjørt at uppleggið verður almannakunngjørt.

    Internet Sosialurin ringdi til løgmann beint eftir middag leygardagin, løgmaður var  tá staddur í Keypmannahavn, og váttar hann fyri Internet Sosialinum, at samráðingaruppleggið verður latið almenninginum til kunningar.

    ­ Vit hava ikki tikið støðu til, hvønn dag uppleggið verður almannakunngjørt, men antin mánadagin ella týsdagin í komandi viku, sigur Anfinn Kallsberg.