Upplýsir og ráðgevir um rús

- Eg havi ta kenslu, at ungdómurin tekur væl ímóti mær. Summi spyrja meiri, onnur minni, og ymiskt er, hvat tey vita um vandarnar við rúsdrekka og nýtslu av rúsandi evnum. Um ungdómurin ikki er upplýstur, vita tey sjálvandi heldur ikki, hvat tað er, tey siga ja ella nei til, sigur Jóngerð M. Nielsen, fyribyrgingarráðgevi hjá Bláa Krossi

Til arbeiðis

Í september í 2009 byrjaði Jóngerð Martindóttir Nielsen í starvinum sum fyribyrgingarráðgevi hjá Bláa Krossi í Føroyum.
- Longu, tá eg søkti starvið, hugsaði eg, at mín høvuðsuppgáva skuldi vera at seta meiri fokus á at upplýsa børn og ung um vandarnar við rúsdrekka-og rúsevnamisnýtslu. Eg vildi gera starvið meiri sjónligt, so tey, ið hava við børn og ung at gera, skuldu vita, at Blái Krossur hevur ein fyribyrgingarráðgeva, ið kann gera mun.
Jóngerð, sum gjørdist útbúgving sjúkrarøktarfrøðingur á heysti í 2001, hevur í øðrum størvum, sum vit fara at venda aftur til, arbeitt bæði við rúsdrekka-og rúsevnamisnýtarum, sálarsjúkum og við børnum og ungum innan barnaverndartænastuna.
- Nú las eg til sjúkrarøktarfrøðing í Danmark, men heldur ikki eftir at eg kom heimaftur og byrjaði at arbeiða í Føroyum, hevði eg hoyrt, at Blái Krossur hevði ein fyribyrgingarráðgeva, sum kann ferðast kring landið og upplýsa og ráðgeva børnum, ungum, avvarðandi og øðrum, sum á ymiskan hátt hava við hesi at gera. Heldur ikki í mínum starvi sum leiðari fyri barnaverndartænastuna visti eg, at vit kundu leita okkum hjálp og ráðgeving um eitt nú tey sereyðkenni, ið børn hava, sum veksa upp í heimi, har foreldur ikki megna at stýra sínari rúsdrekka-ella rúsevnanýtslu.

Góð barlast
Jóngerð hevur tað lyndi, at hon smæðist ikki burtur, har hon er. Hon er ikki ein av teimum, sum biður umskylda, at hon er til, men hevur lætt við at stýga fram, reisa seg og siga nøkur orð, um tað skal vera. Hon er gløgg, væl skorin fyri tungubandinum, og aftanfyri orð hennara er skil og vekt.
Útbúgvingin, áhugaverdu arbeiðsroyndirnar og hennara leiðaraevni skapa virðing aftanfyri fjølbroytta persónin, sum eisini gevur sær stundir til ymiskt ítróttar-og frítíðarvirksemi í Vestmanna, har hon og familjan búgva.
- Tað fyrsta, eg gjørdi, tá eg í fjør heyst byrjaði í starvinum hjá Bláa Krossi, var at venda mær til allar prestarnar í Føroyum, sum høvdu næmingar, ið skuldu fermast. Í brævinum læt eg teir vita, at eg gjarna vildi sleppa at undirvísa næmingunum, sum gingu at lesa.
Jóngerð sigur, at hon fekk fleiri afturmeldingar, men tað undraði hana ikki so lítið, at tað eisini vóru prestar, sum ikki lótu við seg koma.
- Í fyrsta lagi vildi eg upplýsa hesum ungu um vandarnar við ovurnýtslu av rúsdrekka og annars um nýtslu av rúsandi evnum. Í øðrum lagi vildi eg gera vart við, at Blái Krossur hevur ein fyribyrgingarráðgeva, so bæði næmingar og prestar, sum á hvørjum ári hava ungdóm, ið gongur at lesa, vita, at eg eri til.
Fyribyrgingarráðgevin fekk soleiðis høvi at vitja nógvar næmingar kring um landið, bæði á meginøkinum, Klaksvík, Sandoy og úr Suðuroy.
- Í flestu førum var eg á staðnum, har prestarnir hava sína undirvísing, men næmingar úr Suðuroy komu norður um fjørðin til ein hugnadag, og her møttust vit á kaféini hjá Bláa Krossi í Havn.
Jóngerð sigur, at hon gjørdi sær eitt konsept og eina lítla spurnarkanning, har hon eitt nú spurdi, um tey høvdu roynt rúsdrekka, um tey høvdu verið ávirkaði, og hvat tey halda kann gerast fyri at fáa ung at drekka minni – og kanska lata vera við at drekka.
- Eg hevði ta kenslu, at ungdómurin tók væl ímóti mær. Summi spyrja meiri, onnur minni, og ymiskt er, hvat tey vita um vandarnar við rúsdrekka og nýtslu av rúsandi evnum, sum eisini kunnu fevna um at sniffa gass úr tendrarum ella eitt nú at taka sissandi heilivág saman við øðrum fyri at gerast rúsaður. Um ungdómurin ikki er upplýstur um vandarnar, vita tey sjálvandi heldur ikki, hvat tað er, tey siga ja ella nei til.
Eitt annað stig, ið Jóngerð M. Nielsen eisini tók beinanvegin í sínum starvi sum fyribyrgingarráðgevi, var at venda sær til skúlarnar í Føroyum, sum hava næmingar í 6. flokki og eldri.
- Eg vendi mær eisini til skrivstovuna hjá Gigni, sum er sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum, ið veitir heilsufrøði til børn, ung og familjur. Gigni veitir eisini ráðgeving til starvsfólk á stovnum og til allar skúlar í Føroyum, eins og tað áliggur stovninum at hava eftirlit við heilsu-og trivnaðarviðurskiftum á stovnum og skúlum. Eg læt tey vita, at eg fegin vildi í samstarv við stovnin og helt, at eg við mínari servitan um rúsdrekka-og rúsevnamisnýtslu kundi vera við til at geva børnum og ungum ein førning. Jú, tær vóru við upp á slíkt samstarv, soleiðis at vit í felag kunnu veita upplýsing og ráðgeving kring um á skúlunum.
Jóngerð sigur, at hon í samstarvi við Gigni soleiðis vendi sær til 33 skúlar kring landið og bað um fund við leiðslurnar um, hvussu tey í felag kundu finna út av, hvussu upplýsingin kundi skipast best.
- Sum fyribyrgingarráðgevi hjá Bláa Krossi havi eg vitjað á skúlum, og soleiðis er hetta arbeiði nú komið í gongd. Eg eri ikki úti saman við starvsfólkunum hjá Gigni, men við tí samstarvi, vit hava fingið í lag millum partarnar, vita vit av hvørjum øðrum, sum hon tekur til.
Høvuðsdenturin í upplýsingini hjá Jóngerð á skúlunum snýr seg um rúsdrekka og rúsevni í síni heild.
- Men eg tosi eisini við næmingarnar um sjálvsvirði, sjálvsálit og bólkatrýst. Tað eru tey, sum eiga lívið og kunnu velja, hvør lívsleiðin verður. Eg tosi eisini um sereyðkenni, ið eru hjá børnum, sum veksa upp í heimi, har rúsdrekka hevur tikið yvirhond. Hetta geri eg, soleiðis at bæði næmingar og lærarar kunnu halda eyguni við, hvør møguliga dettur niður ímillum av hesi orsøk.
Jóngerð sigur, at tá hon hevur verið á skúlum og hevur undirvíst um hesar trupulleikar, tekur hon um kvøldið eisini ein foreldrafund, har foreldrini fáa kunnleika um tær avbjóðingar og freistingar, ið børn teirra kunnu koma út fyri á ungdómsárum.
- Hetta verður eisini gjørt fyri at koma á tal við foreldrini, sum sjálvandi eru ein týðandi partur í fyribyrgingararbeiðnum, sigur hon.

Áhugaverdar royndir
Áðrenn vit enda hesa samrøðu, fara vit at venda aftur til byrjanina, sum er bakgrundin og barlastin hjá Jóngerð M. Nielsen í hennara nýggja starvi.
- Eftir at eg var liðug at lesa til sjúkrarøktarfrøðing, starvaðist eg eitt skifti í avloysarastarvi á Blákrossheiminum, har eg í fyrsta lagi hevði við rúsdrekka-og rúsevnamisnýtarar at gera, samstundis sum eg hevði neyvt samstarv við hini starvsfólkini á heiminum og læknan, sum var tilknýttur heiminum. Av Blákrossheiminum fór eg út á føðideildina á Landssjúkrahúsinum, og haðani aftur á Blákrossheimið.
Nú bar leiðin hjá Jóngerð á Psykiatriska Depilin á Landssjúkrahúsinum, har hon gjørdist deildarleiðari á Deild 1.
- Her starvaðist eg í nøkur ár, til eg tók farloyvisstarv sum leiðari fyri barnaverndartænastuni í Norðurstreymoy og Vágum. Í fjør summar søkti eg so um starvið sum fyribyrgingarráðgevi hjá Bláa Krossi, sum eg havi stóran áhuga fyri og haldi meg hava eina góða bakgrund og góðar førleikar at røkja til lítar, sigur Jóngerð Martinsdóttir Nielsen.