Upplýsingin er tryggasta verjan

Mánadagurin seinasti var altjóða kvinnudagur, og í hesum sambandi hevði Útvarp Føroya eitt panel í morgunsendingini, har fýra kvinnur saman við vertinum tosaðu um fosturtøku.

 

Kvinnurnar tyktust sera samdar um, at ein so álvarslig avgerð, sum at taka eitt fostur í móðurlívi, eigur at verða gjølla umhugsað, og at tað altíð er kvinnan sjálv - ráðførd av lækna sínum, sum veit best, heldur enn serlæknar av ymsum slag.

Spurningurin um fosturtøku stingur seg javnan upp - eisini í almenna kjakinum her hjá okkum.


Um dagarnar frættist, at ES arbeiðir við at stinga í kortið fríari reglur á hesum øki, hóast tað ikki er so lætt hjá teimum at samansjóða liberalu sjónarmiðini í Norðanlondum við konservativu sjónarmiðini - eitt nú úr Írlandi.


Her heima hjá okkum hevur evnið altíð verið eitt heitt mál, tí vit hava ongantíð viljað sett í verk fría fosturtøku, eins og í hinum Norðanlondunum.


Sum tað eisini kom fram í panelinum í morgunsendingini hendan morgunin, so er tað ikki rætt, at fosturtøka skal nýtast sum fyribyrging. Heldur eiga og skulu vit upplýsa okkara ungdóm, dreingir sum gentur um, hvussu týdningarmikið tað er, at tey bera seg rætt at í kynslívinum.


Nú er so uppskot komið fram á tingborð, har fýra tingmenn mæla til at gera reglurnar viðvíkjandi fosturtøku strangari - eitt nú við at serlæknar fyrst skulu siga sína støðu.


Hetta málið er ikki gjørt til eitt flokspolitiskt mál, og eru tað tríggir tingmenn, sum eru kendir fyri at vera rættuliga víðgongdir, sum saman við yngsta tingmanninum nakrantíð, hava lagt navn til nevnda mál.


Tað kann undra mangan, at ein ungur politikari, sum Jákup Sverri Kass leggur navn til slíkt, tí eftir okkara tykki er hetta eitt skot við síðunaav.


Okkara ráð til politikararnar eru, at teir ikki gleivbeintir loypa á fundamentalistiska vognin, sum tosar um devul og drápsmannalyndi, men heldur viðgera málið í tí álvara, tað hevur uppiborið.


Upplýsing, upplýsing og aftur upplýsing er helst tryggasta verjan móti fosturtøku. Men tá tað er neyðugt, er tað av størsta týdningi, at føsturtøka verður framd á tryggasta hátt.