Uppiborin sigur til VB

VB vann uttan trupulleikar móti einum spakum heimaliði, sum als ikki megnaði at hótta vágbingar. Sigurin kundi væl verið størri

Fótbóltur

Skála fær tað trupult í ár, eftir tað teir vístu leygardagin í stevnudystinum móti VB.
Ikki eina løtu vóru teir førir fyri at hótta vágbingar, sum ikki hava verið serliga sterkir á útivølli seinastu árini.
Skal Skála gera sær vónir um at fáa nøkur stig til høldar, so er tað dystir sum hesin sum skulu vinnast. Men tað sá út, sum at tað eina stigið sum var í posanum tá dysturin byrjaði, skuldi varðveitast tá liðugt var.
Skálamenn góvu vágbingum nógv pláss at spæla á. Teir stóðu alt ov aftarlaga á vøllinum, og sjálvt um vágbingar ikki fingu nakað burturúr fyrra hálvleiki, hevði VB fult tamarhald á støðuni. VB-verjan sum hesaferð var stýrd av Jón Gærdbo, tí Eyðun Jacobsen og Predrag Zivkovic sótu uttanfyri, hevði lætt við at halda skálamonnum burtur

Tómgongd
Og fyrri hálvleikur var snøgt sagt vánaligur. Tað var ikki ein einasti veruligur málmøguleiki. Leikferðin í fyrra hálvleiki var lítil, og bendi heldur ikki á, at tað galt um at fáa 3 stig.
Skálamenn stóðu har afturi, og vóru nøgdir við at VB ikki kom til nakran málmøguleika, og VB í sínum lag vóru bilsnir av, at Skála á heimavølli ikki megnaði at leggja meiri trýst á.
Sum sagt var ikki ein einasti veruligur málmøguleiki í fyrra hálvleiki, og tær hálvu royndirnar sum vóru, átti VB. Gisli Sveinbjørnsson kom eini tvær ferðir oman á baklinjuna í vinstru síðu, og fekk lagt væl inn fyri. Tað eini ferðina mundi spurt okkurt burturúr, tá Nenad Zivanovic slapp at seta høvdið á, men bólturin fór við síðuna.
Skála hevði í fyrra hálvleiki onkrar skotroyndir útifrá, men annaðhvørt fór skotið beint á Bjarna í VB-málinum, ella fór bólturin við síðuna av.

VB legði trýst á
Seinni hálvleikur bleiv ein heilt annar. Frá byrjan av, setti VB seg á dystin og trýsti spælið oman á Skála-hálvuna. Hóast hetta, so mundi Skála fingið mál uppá teirra einasta málmøguleika í dystinum. Ein VB-verjuleikari skal leggja bóltin aftur til Bjarna, men Arnhold Berg kemur í millum, og so er hann einsamallur við málmanninum, men Bjarni Johansen lúrdi Arnhold av og bjargaði royndini.
Næstu 20 minuttirnir stóð VB fyri. Birgir Jørgensen sum kom inn tíðliga í seinna hálvleiki, fekk møguleikan eftir at Nenad hevði spælt hann púra frían.
Løtu seinni fer Palli Augustinussen einsamallur ígjøgnum, men Eugen Voda bjargar royndini, og beint eftir hetta fær Palli ein møguleika aftrat, eftir at Nenad hevði spælt hann leysan.
Birgir Jørgensen megnaði heldur ikki at leggja VB á odda, eftir at Robert Cieslewicz hevði fintað seg ígjøgnum og spælt hann frían.

Avgerðin fellur
Trýstið bleiv so stórt á Skálaverjuna, at fyrr ella seinni mátti VB fáa mál. Og tað kom eisini miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Robert Cieslewicz, sum saman við Nenad stríddust óført og alla tíðina fluttu seg, sleppur at renna einsamallur móti málinum. Hann skjýtur men málmaðurin hjá Skála, sum spældi ein frálíkan dyst, bjargar í fyrstu syftu. Bólturin støkkur út aftur til Robert, sum kann spæla Nenad frían, og so var 1-0 til VB.
Skála royndi at koma fyri seg eftir málið, men teir vóru ongantíð førir fyri at leggja trýst á VB, so at stórir møguleikar kundu spyrjast burturúr. Tá hálvur tími var farin av seinna hálvleiki, fær innskifti Jónhard Frederiksberg møguleika at skjóta, men bólturin kemur beint á Bjarna í málinum.
Eftir hetta hendi ikki so nógv. VB trekti seg aftur fyri at verja leiðsluna, og Skála royndi at trýsta spælið longur fram, og fáa nakrar bóltar inn í VB brotsteigin.
Av tí sama fingu vágbingar nøkur kontraálop, sum meira enn so kundu givið mál, um Robert og Birgir vóru meiri neyvir.
Sostatt fekk VB 3 týdningarmikil stig, og nærkast spakuliga toppinum. Sjálvt um fleiri av lyklaspælarunum hjá VB sótu uttanfyri við smáskaða, var sigurin ongantíð í vanda, eftir at VB hevði skorað einasta málið.
Skálamenn eru uttan iva skuffaðir yvir dystin leygardagin, tí hetta burdi verið ein dystur, har teir frammanundan kundu væntað sær stig.

Dysturin í tølum:
Skála-VB 0-1(0-0)
0-1: Nenad Zivanovic
Dómari: Oddmar Andreasen

Skála: Eugen Voda - Bent Djurhuus, Ronni Hansen, Rúni Rasmussen, Marius Joensen - Arnold Berg, Pauli Hansen, Kári Nielsen, Áki Petersen - Dánial Hansen, Alexander Johansen
VB: Bjarni Johansen - Magni Jacobsen, Michael í Lágabø, Jón Gærdbo - Palli Augustinussen, Slobodan Madzar, Tórður Holm, Dan Djurhuus, Gisli Sveinbjørnsson - Nenad Zivanovic, Robert Cieslewicz