Ítróttarklumman
Eingin ivi er um, at tíðindini um stóru bonus-upphæddina til fótbóltslandsliðið fer at fáa blandaða móttøku.
Men hóast upphæddin er risastór, so skal tað úr hesi klummuni ikki vera nakar sum helst ivi um, at spælararnir hava uppborið lønina.
Eftir at føroyskur fótbóltur seinnu árini hevur skavað altjóða botnin, hava úrslitini seinasta árið gjørt, at vit nú aftur nærkast betru hálvuni av altjóða fótbóltspallinum, og tað er væl nakað, sum vit øll eiga at fegnast um.
Og ikki minst skal tað vera liðnum væl unt eftir alt tað, sum spælarar og venjarar hava staðið modell til tey árini, tá úrslitini ikki vóru eftir vild.
Til tíðir tangeraðu viðmerkingarnar beinleiðis útspilling, sum aftur undirstrikaði jantulógina, sum altíð ger seg so væl galdandi í Føroyum. Tí hóast spælararnir vóru valdir at umboða føroysku tjóðina á tí pallinum, sum gav størsta fokus av øllum, skuldu teir avgjørt ikki halda seg vera nakað sum helst!
So til Jákup Mikkelssen, Brian Kerr og allar hinar. Hjartaliga tillukku við avrikinum og úrslitunum, sum higartil eru komin.
Og hóast hann neyvan stendur á lønarlistanum í hesum umfarinum, so man stóra bonus-upphæddin so ella so eisini kennast sum eitt heraklapp hjá Jógvan Martini Olsen. Væl hevur Brian Kerr staðið á odda og stýrt við bæði sterkari og hepnari hond hetta seinasta árið. Men tunga arbeiðinum, sum liggur aftan fyri úrslitið, stóð toftamaðurin á odda fyri. Og aloftast við lemjandi kritikki sum løn.