-Uppiborið at vit fingu stig

-Eg haldi at tað er uppiborið av vit fáa javnleik, sigur Bárður Johannesen, sum var ein tryggur aftasti skansi hjá sandoyingum í dystinum móti Víkingi.
Hóast Víkingur var spælstýrandi stóran part av dystinum, so metir B71 málverjin, at verjan hjá sandoyingum stóð stinn, og tað gjørdi sítt til at Víkingur ikki komu fram til teir heilt stóru kjansirnar.
Spurdur um hvat javnleikurin ímóti Víkingi hevur at siga fyri B71, sigur Bárður, at tað hevur nógv at siga fyri sjálvsálitið á liðnum, og vísir á, at sum uppflytarnar ræður um at skava so nógv stig saman sum tilber.