Upphiting til landsdystin

Tað er hondbóltsspælarin Finnur Hansson, sum er stigtakari til tiltakið. Hann fylgdi sjálvur dystinum móti Serbia og fegnaðist um, at so nógvir áskoðarar vóru til staðar. Finnur Hansson eftirlýsir tó eitt sindur meiri róp, geyl og villskap frá áskoðarunum, og tí hevur hann tikið stig til at skipa fyri upphiting undan dystinum móti Ísrael í annaðkvøld.

Tað verður kl. 18.00 í Gundadalshøllini, at áskoðararnir fara at hittast. Har kunnu fólk fáa andlitsmáling, og annars bara koma í gott lag áðrenn dysturin byrjar.

Finnur Hansson hevur tosað við tey ymsu hondbóltsfeløgini í landinum, sum síðani hava boðað limum sínum frá tiltakinum. Tískil kann roknast við, at fitt av fólki savnast kl. 18 í Gundadalshøllini í annaðkvøld.