Upphiting á Reyða Torginum og gysari á Luzhniki

Tað er altíð serligt at vitja Russland á fyrsta sinni. At vitja Moskva í samband við størsta fótbóltsdystin í árinum ger tað eyka forkunnugt. At síggja sítt lið vinna Champions League ger túrin til eitt ógloymandi minni.

Einki land í heiminum hevur meiri skóg enn Russland. Nógvur skógur ger tað møguligt hjá russum at framleiða nógv pappír. Nógv pappír ger tað møguligt at hava eitt tungt pappírsveldið. Og møguliga er miljardatals nøgdin av russiskum viði tann størsta rættvísgeringin fyri hesum sama russiska pappírsveldinum. Og skalt tú til Russlands krevur tað russiska pappírsveldið sítt.

Fyri at kunna vitja Russland skalt tú hava bæði eina innbjóðing, og eitt visum/uppihaldsloyvið, og tú mást gjalda fyri bæði. Tú mást hava eina ferðatrygging, sum er galdandi í minst eitt ár, og býrt tú privat í Russlandi – og ikki á Gistingarhúsi – mást tú fara á eina lokala ferðaskrivstovu og skráseta títt uppihald í Russlandi. Ferðaskrivstovan gevur tær so eitt skjal, sum tú mást hava uppi á tær, meðan tú ert í Russlandi. Umborð á flogfarinum ávegis til Russland má ein útfylla eitt dupultskjal, onnur helvtin skal latast inn tá ein skal til innferðar-passeftirlitið, og hin helvtin skal latast inn til útferðar-passeftirlitið, tá ein er á veg heim aftur. Neyðugt er eisini at hava pass uppiá sær. Sjáldsom og løgin fyribrigdi fyri ein norðurlendskan ferðamann.

Men aftaná 4 fantastiskar dagar í Moskva, og eina ógloymandi fótbóltsfinalu, so vigar tunga russiska skrivstovuveldið kortini ikki nógv ímóti teimum góðu upplivingunum, sum ein vinnur sær við einari slíkari ferð. Tá ein er vaksin upp undir Kalda Krígnum er kortini ikki frítt, at ein hevur nakrar fordómar um landið, sum var høvuðsryggurin í gamla Sovjetsamveldinum, og óttin fyri tí ókenda spælir sjálvandi inn hjá einum, sum bara er kendur við tað norðurlendska og bretska.


Ivan Eginson


Vit 8 føroyingarnir, sum ferðaðust saman yvir til Moskva, høvdu ein fyrimun fram um aðrar føroyingar, sum vóru til Champions League finaluna. Vit høvdu nevnliga Ivan Eginson, sum ferðaleiðara. Livandi alfrøðin og málgeniið, Ivan Jevgenivitj Moskalenko alias Ivan Eginson er millum mest trúgvu Føroyavinir, sum finnast í hesi verð. Tá tað lá klárt, at antin A-liðið hjá undirritaða, Manchester United ella B-liðið, Barcelona kom at verða annað liðið í finaluni – tíbetur gjørdist tað A-liðið – ringdi Ivan til Mín:

- Heri! Nú mást tú koma til Moskva. Tú hevur onga umbering, eg havi útvega tær eitt atgongumerkið til Champions League finaluna!

Hetta var ov stórt at siga nei til! Ivan ringdi við áminningum nakrar ferðir:

- Hevur tú minst til ferðatrygging? Hevur tú goldið til Aeroflot?

Fyri ein, sum bara hevur ferðast millum norðanlond, Bretland, Týskland og Spania var tað eitt sindur ringt at fata, at so nógv hóvasták verður gjørt burtur úr ferðini hjá einum føroyingi til høvuðsstaðin í heimsins størsta landið. Men týsmorgun 20. juni sótu vit so í Airbus-flogfarinum hjá Aeroflot ávegis úr Keypmannahavn til Moskva. Undirritaði misti passið og ferðaseðilin heim aftur undir setrið, og óttafullur, sum eitt kalda krígsbarn sá eg bæði internering og Gulag fyri mær! Men Eli og Atli bjargaðu passinum og retur-ferðaseðilinum, og eg slapp gjøgnum passeftirlitið í øllum góðum. Ein fyrndarblíður passeftirlitsvørður segði bara: “Oh Denmark” tá hann sá tað sokallaða grøna “føroyska” passið. Hinir 7 hava fylgt leiðini hjá teimum flestu, og hava fingið sær eitt pass upp úr reyðrótarglasinum.

Frá flogvøllinum vóru vit koyrdir til eini sethús, sum foreldrini hjá Ivani eiga. Fyrsta kvøldið upplivdu vit stóran russiskan blíðsskap, har pápi Ivan, Jevgenij serveraði okkum russiskar og grannalonds rættir frá grilluni.

Vitjanirnar á georgiskum og ukrainskum matstovum hóskvøldið og fríggjakvøldið vóru góðar, men kortini ikki kappingarførar við grilluna hjá Jevgenij. Jevgenij gamli stóð á høvdinum fyri okkum hesar 4 dagarnar. Men sum hann so vituliga mintu okkum á: “I have been to the Faroe Islands!”

Ivan hevði sett øðrum russiskum Føroya-vinum stevnu. Myndamanninum, Pavel, diplomatinum, Andrey Melnikov, sum dugir bæði íslendskt og føroyskt, og Dimitri, sum er tann nýggjasti Føroya-vinurin. Við borðið var samskift á enskum, russiskum og einum øðrum “verðinsmáli”, føroyskum.


Stóri dagurin


3 av 8 føroyingum halda við Manchester United, hinir 5 halda við Liverpool, Arsenal og Middlesbrough, og svóvu teir óivað betri, enn vit, sum droymdu um ein United-sigur, men kortini vistu, at Chelsea saktans kundi fara avstað við steypinum við teimum stóru oyrunum. Komnir inn til Moskva herjaðu vit á Reyða Torgið. Russiska løgreglan var á varðhaldi, og høvdu teir sett eitt eftirlit upp við inngongdina til Reyða Torgið. Komnir á Reyða Torgið var tað næstan eitt ókenniligt torg, sum var opinberað fyri okkum. Ein graslíkisvøllur var lagdur á Reyða Torgið, har bæði kendir og minni kendir fótbóltsleikarar spældu framsýningar- og vinardystir. Steypið við teimum stóru oyrunum var sýnt fram í einum glasbúri, men bíðirøðin til at síggja steypið var líka lang – ella longri – enn gomlu breyð-bíðirøðirnar í Sovjetsamveldinum, so tað góvu vit upp beinavegin. Kortini fingu vit ferðafelagarnir ein smakk av einari sovjetiskari bíðirøð. Tað eydnaðist okkum at sessast við eitt borð á einari italskari matstovu – tó ikki italsk tá tað kemur til tænastuveitingar – Tað gingu heilir 4 tímar frá tí vit bíløgdu fyrstu ferð, til vit fingu síðsta bitan niður um. Og hevði Petur Olsen ikki verið staddur í matstovuni, og hjálpt okkum við sínum eysturevropeisku royndum viðv. “tænastustøði”, so høvdu vit óivað sitið har enn. Á matstovunum framvið Reyða Torginum vóru bæði Chelsea- og Manchester United viðhaldsfólk, og fleiri komu á lagið at syngja slagsangir. Loksins lidnir á “italsku” matstovuni, sum ikki serveraði sniglar, men har fólk arbeiddu sum sniglar, var tíðin búgvin til at markera Føroyar á Reyða Torginum. Poul Helgi Jacobsen, sum arbeiðir hjá reklamuvirkinum “Karmur” í Gøtu hevði gjørt eitt føroyskt flagg við einum serstøkum sniði. Á teimum niðastu hornunum hevði hann prentað búmerkini hjá Chelsea og Manchester United, og á tí eina ovara horninum hevði hann prentað eitt Føroya-kort, og mitt á hevði hann við hvítum bókstavum ritað “Faroe Islands”. Vit breiða so flaggið út á Reyða Torginum fyri at taka nakrar myndir. Knappliga stendur ein rúgva av fólki frá alskyns londum og tekur myndir av okkum og flagginum. Í næstu løtuni koma russar rennandi, sum vilja sleppa uppá eina felagsmynd við flagginum hjá Poul Helga. Tá vit so endiliga vóru lidnir við myndatøkurnar, var tíðin búgvin at fara við metro´ini til Luzniki Leikvøllin.


Sangur í Metroini


Moskva hevur eina gott og væl líka væl fungerandi metro, sum Keypmannahavn og London. Vit endaðu í einum metrovagni, sum var stúvstappaður við United-viðhaldsfólkum, sum sungu gallarnar úr sær. Meðan vit koyra ímóti Luzniki Leikvøllinum ringja Jákup Mørk og Jón Brian Hvidtfeldt frá Rás2, men hvat teir og lurtarnir hoyrdu frá mær, sum var kvaldur av “Viva Ronaldo” og øðrum United-slagsangum veit eg ikki? Komnir út úr metro-vagninum standa vit í komuhøllini, sum hevði ein rúmklang av tí aðru verð. Sum vit ganga ímóti rullutrappuni gjellir “Viva Ronaldo” við so nógvari fyllu, at sjálvt Liverpool og Arsenal-viðhaldsmennirnir í ferðalagnum mugu boyggja seg fyri fantastiska og fanatiska stuðlunum hjá teimum reyðu. Komnir upp rullutrappirnar ganga vit ímóti Olympiska Leikvøllinum, nú best kendur sum Luzhniki Leikvøllurin. Ávegis til okkara seksjón, nevnd “C-3” skulu vit gjøgnum fleiri trygdarinstansir. Russiska løgreglan vil ikki, at nakað óreglimenterað skal henda. Komnir heilt nær leikvøllinum standa teir mest fanatisku bláu og reyðu viðhaldsmennirnir og rópa idiotisk ókvæmisorð eftir hvørjum øðrum, men tann stóri meirilutin vísir sámiligheit og virðing. Kortini syrgdu russisku myndugleikarnir fyri, at tey skrásettu Chelsea- og United viðhaldsfólkini komu við hvør sínum flogførum, sum lendu á ymiskum flogvallum, og sum búðu á ymiskum gistingarhúsum. Á Luzhniki leikvøllinum sótu tey skrásettu reyðu og bláu viðhaldsfólkini í hvør sínum enda av vøllinum. Vit føroyingarnir høvdu atgongumerkið til ta uttanveltaðu seksjónina. Vit taka aftur nakrar myndir við flagginum uttanfyri leikvøllin, og aftur eru tað fleiri, sum vilja hava mynd av okkum og flagginum!


Dystur yvir 2 dagar


Leikvøllurin var ein listafrøðilig opinbering. Og framsýningarshowið, sum var áðrenn dystin man verða tað vakrasta, sum er sýnt fram í Moskva síðani olympisku setanina á sama leikvølli í 1980. Chelsea og United-viðhaldsfólkini skaptu ein fantastiskan stemning í hvør sínum enda av vøllinum, og hevði rennibreytin ikki tikið nakað av stemningin og broddinum, so høvdu vit farið av leikvøllinum við syngjandi, dulum oyrum. Tað gjørdist fyrstu ferð í lívinum, at ein fór til ein dyst, sum byrjaði kl. 22.45 um kvøldið. Eitt skjótt roknistykkið segði okkum, at dysturin fór at verða spældur yvir tveir dagar! 21. mai – also í 1. hálvleiki - var United betri, teir høvdu fleiri málmøguleikar, og var tað misvísandi, at Chelsea slapp at javna út beint áðrenn steðgin. Ronaldo og Frank Lampard skoraðu. 22. mai – í 2. hálvleiki – var Chelsea betri. Samanlagt bleiv talan um nógvar málmøguleikar, har Chelsea hevði skotini á træverkið. 90 minuttir vóru farnir, og øll kundu klappað fyri teimum 22 á vøllinum. 1. hálvleikur í umdystinum var rættuliga góður, men 2. hálvleikur í umdystinum var merktur av møði, krampa og vreiði. Vit upplivdu eina stuttliga løtu, har nærum triðji hvør maður hevði krampað, men vit upplivdu eisini eina rokmikla løtu, har ein frustreraður Drogba hjá Chelsea var vístur av vøllinum. So var farið til brotssparkskapping. Ronaldo, sum annars er ein elegantur spælari, tók aftur nøkur óneyðug fet, og brendi! Teir fyrstu 4 hjá Chelsea skoraðu, og støðan var 4-3 til Chelsea. Tá ger Michael Ballack hjá Chelsea ein brølara, sum sjónvarpshyggjarnir ikki sóu. Hann lyftir sigurssælur arminum ímóti Chelsea-fjøldini. Nani fer fram. Brennir hann, so hevur Ballack rætt. Hann skorar, støðan er 4-4, men enn kann Ballack fáa rætt. Stríðsmaðurin John Terry skal skjóta fyri Chelsea. Regnváti grasvøllurin, sum er innfluttur úr Slovakia er vorðin rættuliga hálur. Hann er lagdur omaná 4. ættarliðsgraslíkisvøllin, sum annars er fasta undirlagið til dystir á Luzhniki Leikvøllinum. Terry glíður, og United er bjargað, fyri fyrst. United tekur føringina 6-5, Nicolas Anelka, sum áður hevur spælt ímóti bæði Føroyum og B36 skal halda Chelsea inni í dystinum, men gamli hollendski revurin í United-málinum, Edwin van der Sar fer rættan veg. Vit 8 føroysku United-viðhaldsmennirnir dansa og fegnast saman við øllum hinum United-viðhaldsfólkunum. Aftanfyri situr ein, sum hevur Bayern München, sum sítt A-lið, og Chelsea sum sítt B-lið. Hann var eisini til finaluna á Nou Camp í Barcelona í 1999, tá United vendi 0-1 til 2-1 ímóti Bayern München í yvirtíðini. Hann hevur eitt sindur ringt við at skilja tað, sum er hent. Talan er nærmast um Deja Vu. Onkur okkara millum er rørdur, og aðrir hálvrørdir. Vit fáa tað ikki størri enn hetta, og vit súgva hvørt sekund av sigursløtuni og steypahandanini til okkum.


Túsindtals hermenn


Millum teir yvir 20 føroyingarnir, sum sótu saman, óansæð um ein helt við Chelsea, United, ella var uttanveltaður, var breið semja um, at eitt fótbóltsupplivilsi fæst bara ikki størri enn hetta. Ein klípur seg í armin fyri at fata, at ein er staddur til eina so minnisríka løtu. Komnir út úr Stadion-økinum bíðar okkum enn ein forkunnug uppliving. Tað eru fleiri russiskir hermenn og løgreglufólk enn viðhaldsfólk uttanfyri leikvøllin. Herfólkini og løgreglufólkini forma eina langa kolonnu, allan vegin frá leikvøllinum, og nakrar kilometrar til nærmastu metrostøðina. Tey eru bæði til vinstru og høgru, og tað er ikki ein hálvur metur millum tey uniformeraðu fólkini. Ein ótrúliga imponerandi sjón, og hendan minniliga gangitúrin fingu vit eina uppliving av sovjetiskum dimensjónum. Allir – taparar sum vinnarar – høvdu fingið eina heildaruppliving, fyri lívið. Vit fingu ikki høvið at vitja Lenin, men tað verður ein marginal uppliving samanborið við minniligu Champions League-finaluna á Luzniki-leikvøllinum í Moskva. Eg eri lendur fysiskt, men ikki mentalt!