Upphøggingarstuðul

Einasta gongda leið er at keypa skip burtur úr flotanum fyri at fáa restina at bera seg, sigur búskaparfrøðingurin Kári Petersen

Sæð úr einum búskaparligum sjónarhorni, so er neyðugt at taka ógvuslig stig fyri at gera tað liviligt hjá teimum, sum vera eftir í vinnuni. Tað heldur Kári Petersen, búskaparfrøðingur, sum skírir politikararnar at hava ført ein sonevndan ”albylpolitikk” seinastu 10-15 árini.
- Tiltøkini hjá landsstýrinum hava verið eins virkin og albyl uppá krabbamein. Tey hava minkað nakað um symptomini, men einki gjørt við sjúkuna, sigur Kári Petersen.
Búskaparfrøðingurin sigur seg snøgt sagt ikki trúgva uppá, at politikarar klára at skapa vinnuni góðar karmar við teimum amboðum, sum vanliga vera brúkt.
- Verður fiskidagatalið minkað so nógv sum tilráðingarnar siga, so fer allur feskfiskaflotin á húsagang. Gongur tað betri og stovnurin veksur, so eru nógvir bátar og skip sum skjótt kunnu fiska stovnin niður aftur, argumenterar Kári Petersen og heldur fram:
- Tí er neyðugt at gera eitt annað slag av inntrivi. Tað er neyðugt at keypa nøkur skip burtur úr skipanini fyri á tann hátt at gera tað liviligt hjá teimum, ið eftir eru, sigur Kári Petersen, sum tí mælir til upphøggingarstuðul.
Búskaparfrøðingurin skjýtur upp at brúka part av tilfeingisgjaldinum á uppsjóvarfiskiskapin til at keypa nøkur skip burtur úr fiskiskapinum eftir botnfiski.