Tá talan er um grannauppgerðir í føroyskum fótbólti, so eru tær elstu dystir sum TB-VB og HB-B36. Men hesar hava í mong harrans ár verið sum vatn at rokna ímóti teimum dystum, ið hava verið spældir millum runavíkingar og toftamenn. Tær grannauppgerðirnar eru heilt avgjørt tær harðastu nú á døgum, tí har stendur altíð alt upp á spæl!
Tað er eisini meira enn so komið fyri, at dystir eru spældir millum NSÍ og B68, sum hava havt avgerandi týdning fyri annað liðið. Men tað hevur verið meira sjáldan, at dystirnir hava havt týdning fyri bæði liðini í senn, og tað er mestsum ongantíð komið ordiliga fyri, at feløgini hava havt við- ella mótgongd í senn.
Sum dømi kann nevnast kappingarárið 1992, tá tað longu undan seinasta umfari var greitt, at NSÍ fór niður. Og hóast NSÍ bæði kom á odda 1-0 og javnaði til 2-2, endaði dysturin 4-2 til B68, sum bleiv føroyameistari. Eitt annað dømi er kappingarárið 2007, tá NSÍ fyri fyrstu og higartil einastu ferð bleiv føroyameistari, men ongantíð møtti B68, sum tað árið var niðri í næstbestu deildini.
Tað tættasta, innanhýsis kappingin millum grannarnar á eystara armi á Skálafjørðinum hevur verið, var í 2009, tá B68 undan seinasta umfari var á fjórða plássi og eitt stig framman fyri NSÍ. Men meðan NSÍ vann sín síðsta dyst, fekk B68 bara javnleik ímóti B36, sum skoraði í yvirtíðini, og tí smeyg NSÍ sær akkurát framum og fekk ytsta europeiska atgongumerkið.