Uppgerðin móti danmarksmeistarunum

Tað lá ikki fyri hjá norska stórmeistaranum Einar Gausel, sum telvar vid Talvfelagnum Føroyar, at koma til Keypmannahavnar hetta vikuskiftið. Hinvegin verður John Rødgaard á liðnum í dystinum móti Helsinge í 3. umfari í donsku 1. deild, sum verður leiktur í nýopnaðu Norðuratlantisku Bryggjuni á Christianshavn

Upptakt

Sum tað sæst aðrastaðni á síðuni, so eru donsku meistarnir úr Helsinge væl sterkari á øllum borðunum. Minsti munurin í ratingtølum eru á borði tvey og trý, har ið munurin er beint undir hundrað ratingstig.
Danski altjóða meistarin á føroyska liðnum Nikolaj Borge, fær klárt tað mest torføru uppgávuna sunnudagin. Peter Heine Nielsen hevur seinastu árini staðfest seg sum sterkasti telvari í Norðurlondum. Fyri fáum árum síðan var Peter Heini kendur fyri at telva sera sikkurt og ikki taka kjansir, tá ið hann ikki hevði fult tamarhald á støðuni. Við eitt broytti hann stílin og byrjaði at fløkja talvini hjá sær meira ? úrslitið varð, at hann nú leikar nógv færri javnleikir, tapur kanska nøkur fleiri talv, men vinnur hinvegin nógv fleiri talv enn hann áður hevur.
Nikolaj dámar sjálvur sera væl at fløkja støðurnar hjá sær, og tí verður talvið teirra millum á Norðuratlantsbryggjuni óivað eitt spennandi og opið talv. Peter Heine er klárur favorittur, men tað kann meira enn so henda at Nikolaj stjelur okkurt stigið frá honum.
Sjálvt um John Arni Nilssen hevur tapt øll talvini hann áður hevur telvað ímóti Schandorff ? tey munnu vera eini 4-5 í tali ? so hevur hann góðar møguleikar at fáa stig hesuferð. John Arni hevur eitt methøgt føroyskt ratingtal, og tykist at telva við einari styrki uppá umleið 2450-2500 fyri tíðina. Schandorff hinvegin hevur ikki telvað serliga væl í ár. 1. jan var styrkitalið hjá Schandorff 2561, men síðan hevur tað gingið støðugt niður á bakka, soleiðis at hann hevur í dag hevur 2520 í rating. Schandorff hevur telvað sera nógvir javnleikir í seinastuni og hann hevur trupult við at vinna á væl veikari mótstøðumonnum. M.a. telvaði Schandorff remis ímóti Flóvin undir Norðurlandameistarakappingini í september. John Arni hevur hvítt og tað hjálpir munandi um møguleikarnar hjá John Arna.
Flóvin Tór Næs vann eitt flott álopstalv á júst Klaus Berg í 2nd Klaksvík International kappingini í oktober. Sjálvt um danin hevur yvir hundrað ratingstig fleiri enn okkara maður, so verður tað allarhelst hann, ið verður mest bangin fyri at tapa aftur sunnudagin.
John Rødgaard telvar sítt fyrst talv fyri Talvfelagið Føroyar í ár. John Rødgaard er kendur fyri at manna seg upp, tá ið mótstøðan gerst sterk, og tí eru góðar vónir um at vit kunnu fáa stig á fjórða borði. Heini Olsen er eisini kendur fyri at telva væl ímóti sterkari mótstøðu, og vónandi heldur hann fram við góða stimanum í dystinum móti fleirfaldaður DM´arunum.

Aftaru borðini
Heini hevur svart og vil tað sjálvandi siga, at uppgávan verður torfør, men tó ikki ómøgulig hjá sterka klaksvíkinginum. Eyðun Nolsøe hevur hvíta fólkið sunnudagin og við teimum er hann førur fyri at vinna á einum og hvørjum IM´ara.
Carl Eli er einasti telvarin, sum hevur fingið tvey stig aftaná fyrstu tvey umførini og hann fer sjálvandi í triðja umfari at royna at varðveita sína 100% skoru, men uppgávan má sigast at vera torfør við svørtum móti 23 ára gamla IM Simon Bekker-Jensen. Heini Danielsen hevur leikt tveir góðir javnleikir tvey tey fyrstu umførini. Tað verður somuleiðis ein torfør uppgáva hjá Heina framhaldandi at vera ósigraður í liðkappingini.

Vangamynd av manningini hjá TF-Føroyum
Í hvørjari av upptaktsgreinunum er ætlanin at lýsa onkrar av monnunum á liðnum hjá TF-Føroyum. Hesaferð verða Heini Olsen og Carl Eli Nolsøe Samuelsen lýstir.

Heini Olsen:
Heini er føddur 15.desember 1969 og er vaksin upp í Klaksvík. Heini og bróður hansara Wille sóust fyrstu fer í FM-kapping í 1982 á Toftum. Skjótt sást, at Heini hevði talvevni sum fáur annar í føroyskum høpi. Í 1988, bert 18 ára gamal, fekk Heini høvið at vísa sínar dygdir í landsliðsbólkinum. Eitt triðja pláss gjørdist ein góð byrjan í føroysku elituni. Longu árið eftir stóð Heini sum føroyameistari, og greitt var, at hann nú var besti telvari í Føroyum. Hesa støðu hevur hann hildið ígjønum nærum øll nítiárini.
Heini varð fyrsti føroyingur sum av álvara fór at telva burturav í longri tíðarskeið. Hetta varð framt við miðvísari venjing fleiri tímar hvønn dag. Eftir olympiaduna í 1992 hevur bosniski stórmeistarin Predrag Nikolic lagt honum lag á. Við jøvnum millumbili hevur Heini verið uttanlanda at telva.
Úrslitið av miðvísi venjingini var, at hann fleiri ferðir miðskeiðis í nítiárunum var um reppið at vinna sær IM-norm. Ein IM-normur er ein partur av tí sum krevst fyri at kunna fáa heitið altjóða meistari. Men tá á stóð, gjørdist Heini ov stuttur.
Heini hevur verið fastur maður á landsliðnum síðani 1988, tó hevur verið neyðugt hjá honum at bera seg undan nøkur ár. Fýra ferðir hevur hann umboðað Føroyar í Talvolympiadu, og hvørja ferð við góðum úrsliti.
Heini er eyðmerktur sum ein ástøðisliga sterkur og positionellur telvari. Hann er væl fyrireikaður.
Serstakliga hevur hann gott skil fyri at lesa spælið og leggja eina ætlan fyri at fáa sum mest burturúr framhaldandi spæli. Hansara miðvísa venjing sæst eisini tá farið verður í endatalvið. Her veit Heini altíð hvussu skal farast fram fyri at vinna talvið, ella bjarga sær ein javnleik.

Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Carl Eli er føddur 4. juli 1979 og uppvaksin í Havn. Hann var ein av ungu vónum Havnar Telvingarfelags og mentist talvliga saman við Flóvini Tór Næs.
Fyrstu ferð Carl Eli luttók í landsliðsbólkinum varð í 1995, 15 ára gamal, og hevur hann síðani 1997, tá hann endaði sum nr. 3, verið fastur fúsur í landsliðsbólkinum.
Carl Eli hevur enn ikki umboðað Føroyar á Olympiaduni, men rætta vegin gongur. Í løtuni er hann í topp-10 á føroyska styrkilistanum - við nógvari ferð uppeftir. Væntandi verður hann skjótt at síggja á landsliðnum.
Carl Eli er kanska ikki júst kendur sum ein ástøðisliga sterkur telvari, men heldur hevur hann ognað sær nógva vitan við at telva sera nógvar kappingar hvørt ár. Eitt slag av Learning by doing metodu. Hann hevur gott skil fyri at fara i støður, har ringt er hjá mótstøðumanninum at finna rætta leik. Er lutfalsliga stinnur kombinatiónstelvari, og dregur tískil ofta longra stráið tá fløkt er á borðinum. Serstakliga tá tíðin er um at fara undan, hevur Carl Eli klárað at fløkt so mikið, at maðurin hinu megin borðið hevur mist tamarhald á talvinum.
Carl Eli hevur verið í Keypmannahavn seinastu try árini í lestrarørindum. Hann lesur søgu á Københavns Universitet. Carl Eli er nógv mentur sum telvari hesi seinastu árini og góðir møguleikar hava og eru at styrkja telvingina í danska talvlívunum.