Uppgangur oyðilegði sparkivøllin í Nólsoy

Lágættarvindurin og uppgangurin síðstu nátt gjørdi feigdina um seg á sparkivøllin í Nólsoy.

 

Lágættarvindurin og uppgangurin síðstu nátt hevur gjørt feigdina um seg á sparkivøllin í Nólsoy.

 

Graslíkið, sum hevur ligið á vøllinum, er helst meira ella minni alt farið, og brimið hevur eisini grivið nakað upp í undirlagnum, eins og nógv grót er skolað inn á vøllin.

 

Girðingin uttan um vøllin hevur eisini fingið skaða í uppganginum.

 

Úr Nólsoy verður sagt, at hetta er ikki fyrstu ferð, at uppgangur ger skaða á sparkivøllin, men nøkur ár hava verið ímillum.

 

Hóast nógv grót er lagt sum verja í lága landinum eystan fyri, megnar verjugarðurin ikki at taka alt, tá slíkur uppgangur er.

 

 Myndina hevur Pedda Hansen í Nólsoy tikið.