Uppgávusavn á Lesandi.fo

Nú ber til hjá næmingum og lærarum at finna sær góðan íblástur til ymiskt skúlaarbeiðið á Lesandi.fo, tí nú er uppgávusavn at finna á síðuni

ÚTBÚGVING
Tíðindaskriv

Tørvur er á einum føroyskum uppgávusavnið við skúlauppgávum, sum eru viðkomandi fyri føroyska skúlan. Føroyskir næmingar hava annars brúkt danska uppgávusavnið »opgavecentralen.dk« sera nógv.
Um tú nýtir eitt tílíkt uppgávusavn við skili, kann hetta vera ein góð hjálp til bæði lærarar og næmingar. Men hetta setur eisini krøv, tí beinleiðis avskriving er hvørki gagnlig ella loyvd. Meiningin við savninum er at geva føroyskum næmingum atgongd til íblástur frá hvørjum øðrum til at arbeiða sjálvstøðugt.
Ætlanin er í fyrstu syftu, at tað verður frítt at leggja inn og taka niður uppgávur, seinni verður ein »stig skipan« sett inn, soleiðis, at tann, ið letur eina uppgávu inn, fær nøkur stig, sum viðkomandi síðani kann nýta til at taka aðra uppgávu niður. Ein uppgáva kann t.d vera ein stílur, rokniuppgáva, umseting o.a.
Vónandi verður fyrsta føroyska uppgávusavnið væl móttikið og nógv brúkt ? við skili?