Tað kann - enn bara í teoriini - gerast eitt málmuns og uppflytingardrama í 1. deild í morgin, og tað kann eisini - í teoriini - gerast eitt málmunsdrama í effodeildini í morgin.
Í 1. deild er B68 á fjórða plássi trý stig og fjúrtan mál aftanfyri KÍ á triðja plássi. Um B68 vinnur 9-0 á botnproppinum, ÌF og AB vinnur 5-0 á KÌ norðuri í Klaksvík endar B68 á einum triðja plássi, og flytur harvið upp í effodeildina.
Í effodeildini er Víkingur trý stig frammanfyri KÍ, og hevur ein málmun, sum er átta mál betur enn KÍ.
Men uppflytingar- og mámunsdrama´ið millum TB og AB í 2011 minnir okkum á, at einki er liðugt fyri enn alt er liðugt. AB vann 6-1 á FC Hoyvík á seinasta leikdegi, 22. oktober í 2011, og teir hildu, at teir høvdu gjørt nóg mikið til at vinna uppflyting. Men teir fingu ein vátan vøtt. TB vann heili 11-0 á EB/Streymi við Margáir í Streymnesi. TB og AB høvdu bæði pluss 55 í málmuni, men TB hevði skotið eitt mál meira enn AB, og flutti tí upp í bestu deildina.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr søguliga brotið Heri Simonsen hevði sett saman til SportBoxina, sum var á Rás2 fyrrapartin. Í søguliga brotinum hoyra vit táverandi TB-formannin, André Dalfoss, táverandi 1. deildarvenjaran hjá EB/Streymi, Olgar Danielsen. Vit hoyra táverandi AB-spælararnar, Trónd Sigurðsson, Thomas Juul Thomsen og Gunnar Haraldsen. Vit hoyra eisini brot av tí, Andrass Drangastein, táverandi formaður í AB, og Sjúrður Olsen, táverandi formaður í FC-Argjum søgdu í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2, 22. oktober í 2011. Teir sum umboðaðu AB, og teir sum umboðaðu TB og EB/Streym í sendingini á Rás2 fyri seks árum síðani høvdu milt sagt hvør sína uppliving at tí sum hendi hendan dagin.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj upptøkurnar hjá Rúna Dam (avrik.fo), sum vísa hvussu TB vann 11-0 á EB/Streymi, og harvið snýtti AB á málstrikuni hin minniliga dagin, 22. oktober fyri júst seks árum síðani.