- Vit eru væl fyrireikaðir, og vit hava hugt at teimum. Fáa vit okkara spæl at rigga, so eri eg sannførdur um, at vit vinna.
Fremad Amager spælur í kvøld fyrsta dystin um uppflyting móti Brabrand. Liðskiparin Andreas Mortensen heldur, at møguleikarnir hjá Toda Jónsson og felagnum á Amager eru sera góðar.
- Tað hevur alt at týða, at vit vinna dystin um uppflyting. Verkætlanin við FC Amager steðgar sjálvsagt ikki, um tað ikki eydnast. Men hetta hevur verið málsetningurin alt árið, og tað vildi verði eitt stórt vónbrot, um vit ikki flyta upp, sigur framherjin við bold.dk.
Andreas Mortensen, sum hevur skotið 15 mál í hesum kappingarárinum, verður ikki tøkur til dystin í kvøld. Ein skaði í baklærinum hevur darvað hann seinastu tíðina. Hann væntar tó, at hann verður við í hópinum, tá seinni dysturin um uppflyting verður leiktur leygardagin á heimavøllinum á Amager.
Dysturin í kvøld byrjar klokkan 18.00 føroyska tíð.