Uppflyting á dagsskrá

Tað er møguleiki fyri, at uppflytingin til Formula deildina verður avgjørd í dag. 07 Vestur er trý stig og 37 mál frammanfyri VB/Sumba, og um tað eydnast vágamonnum at vinna somu úrtøku hesa ferð, sum tað fer at eydnast hjá suðuroyingum, so verður 07 Vestur fyri fyrstu ferð partur av Formula deildini.

07 Vestur, sum mikudagin vann 2-0 í Vági, eigur heimavøll ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ, meðan VB/Sumba skal spæla í Leirvík.

AB uppflytingin er eisini á trappuni. Argjamenn eiga hesa ferð heimavøll ímóti KÍ, sum flytir niður, um teir einki fáa norður við aftur.

 

Í dag:

AB-KÍ: Bárður Mortensen

TB-HB: Páll Augustinussen

07 Vestur-NSÍ: Høgni Hansen

Víkingur-VB/Sumba: Alex Troleis

EB/Streymur-B68: Andrew Christiansen

Allir dystirnir verða spældir klokkan 15:

 

07 Vestur 59

AB 58

VB/Sumba 56

TB 51

Víkingur 27

B68 24

NSÍ 23

HB 23

KÍ 19

EB/Streymur 19