Uppflytarin tapti á heimavølli

1. DEILD: Hóast FC Hoyvík legði seg framum, so fór Víkingur úr høvuðsstaðnum við trimum stigum

Tíðliga seinnapartin tapti annar uppflytarin í næstbestu deildina, AB, 2-0 á heimavølli ímóti næstbesta liðnum hjá KÍ.

Seinni seinnapartin tapti hin uppflytarin. Tað var eisini á heimavølli. Mótsstøðuliðið var næstbesta liðið hjá Víkingi.

Úrslitið var 3-1 til Víking, eftir at FC Hoyvík í fyrra hálvleiki var frammanfyri 1-0.

Hugin Ferber legði fimm minuttir undan steðginum heimaliðið framum. Uppleggið átti Villiam Emil Klein, sum undan hesum kappingarárinum flutti úr HB og til FC Hoyvík.

Eftir steðgin svaraði Víkingur so dyggiliga aftur. Ási Dalheim Rasmussen javnaði til 1-1 tíggju minuttir eftir hvíldina, Óla Kristian Skála Jacobsen umsetti brotsspark til 2-1 leiðslu tíggju minuttir seinni, og Rani Hansen staðfesti 3-1 sigurin, tá ið tað restaðu nítjan minuttir.

https://www.in.fo/myndasavn/