Heimaliðið hevur tapt tveir dystir á rað við seks málum í móti, meðan teir sjálvir einans hava fingið eitt mál. Hetta móti liðum, sum liggja í tyngra endanum á stigatalvuni. Eftir ósigrarnar er greitt, at stigini, hini liðini hava vunnið sær hevur við sær, at kappingin ikki longur er tvíbýtt.
Tað eru einans trý stig, ið skilja meistararnar EB/Streym og uppflytararnar AB, men soleiðis so veruleikin ikki út fyri tveimum umførum síðani. Tá vóru tað átta stig, ið skiltu nummar fimm EB/Streym og nummar seks, sum var B36.
Nú er AB nummar fimm við 22 stigum og EB/Streymur nummar seks við 25 stigum – 16 stig aftanfyri oddaliðið HB.
Bæði mangla tveir
Sunnudagin vitjar botnlið í Streymnesi, sum eisini er uppflytari. 07 Vestur hevur havt tað trupult, men við sigrinum seinasta umfar á B68, peikar aftur upp eftir hjá teimum.
Tað var teirra næsti sigur í ár, men fleiri ferðir áður hevur tað sæð rættiliga gott út hjá teimum. Spurningurin er so, hvussu gott tað kemur at síggja út sunnudagin, tí liðið har vesturi frá vantar seks stig fyri at røkka upp um niðurflytingarmarkið.
Til uppgávuna eru teir rættiliga væl fyri. Einans Jovan Panic og Hendrik Rubbeksen eru skaddir.
Hjá EB/Streymi er støðan nakað tann sama, tí har vanta tey skadda Paula G. Hansen og leikbannaða Alex Jose dos Santos.