Tað hevur gingið eitt sindur misjavnt í venjingardystunum hjá NSÍ í ár. Um vikuskiftið vitjaði NSÍ á Argjum, har uppflytararnir úr AB tóku ímóti. Úrslitið av dystinum gjørdist 3-1 til AB. Í hálvleikinum var støðan 3-0 til AB. Málini hjá AB skutu Hendrik Rubeksen, Rógvi Holm og Súni Fríði Barbá. Troystarmálið hjá NSÍ stóð Einar Hansen fyri.









