Ivaleyst er talan í Fuglafirði um ein dyst, sum tey flestu við kappingarbyrjan roknaðu við skuldi telja sum veruligt botnbrak.
Veruleikin í dag er tó ein annar. ÍF hevur í nógvar mátar fingið eina framúr byrjan upp á kappingarárið, og higar til eru tað bert klaksvíkingar, sum eru farnir úr Fuglafirði við einum stigi. Fyribils hevur tað sett ÍF á pláss hampuliga trygt miðskeiðis á stigatalvuni, og kunnu teir aftur hesa ferð toga trý stig til høldar á heimavølli, fer at síggja heilt ljóst út hjá teimum.
Enn verður tað tó uttan Bartal Eliasen, sum nú situr seinna karantenudagin av sær.
Hjá B68 lætnaði støðan nakað nógv, tá teir vunnu útidystin á Sandi um vikuskiftið. Enn er tó langt ífrá leyst og liðugt hjá teimum, men bæði avrik og úrslit hava verið heilt góð hjá toftamonnum seinastu tíðina, og tí er einki at ivast í, at teir ætla sær at fáa nakað burtur úr hesum dystinum eisini. Verður sæð burtur frá langtíðarskaddur van Dooren og Landing, hava toftamenn allar sínar mans tøkar.










