- Tað kann væl henda seg, at vit fara at vinna onkran dyst móti bestu liðunum. Men hinvegin kann eisini vera, at vit tapa móti onkrum botnliði.
Heðin Askham skal seinnapartin í dag standa sína fyrstu roynd sum venjari í Formuladeildini, tá ÍF vitjar í Gundadali klokkan 17.00. Sum nýggi høvuðsvenjarin í árstalsfelagnum sigur við fótbóltsblaðið, sum Sosialurin gav út í gjár, so eru vónirnar ikki tær somu, sum tær hava verið onnur ár. Heðin Askham setur ikki nakra plasering í oddinum, sum nakað krav.
B36 hevur ikki allar mans tøkar. Eykamálverjin Jóan Pauli Dahl Jakobsen og verjuleikarin Rúnar í Lon Jacobsen eru skaddir, meðan Dmitri Jankovic hevur leikbann. Sum vit skilja, so verður Magnus Olsen, sum framvegis ikki hevur fingið viðurskiftini í lagi, ikki tøkur hjá venjaranum í dag.
Uppflytararnir úr ÍF eru fullmannaðir, nú stríðið um at varðveita sætið í bestu deildini byrjar. Fyrireikingarnar hjá fuglfirðingum kundu verið betri. Venjarin Jón Simonsen segði fyri mánaða venjarastarvið frá sær, og Abraham Løkin hevur seinastu tíðina staðið fyri venjingunum. Tað verður eisini við honum á odda, at ÍF vitjar í Gundadali klokkan 17.00 í dag.









