Genoa skal næsta kappingarár aftur spæla í bestu italsku fótbóltsdeildini, og felagið ætlar veruliga at gera nakað fyri at halda plássið í Seriu A, har felagið ikki hevur verið við seinastu 12 árini. Genoa ætlar at styrkja liðið við fleiri spælarum, og tað verður sagt, at forsetin hevur sett 110 milliónir krónur av til at keypa nýggjar spælarar fyri til næsta kappingarár. Genoa hevur keypt ein spælara, men ætlar sær at fáa tríggjar spælarar afturat á liðið.