Uppboðssølan útsett

Uppskotið um uppboðssølu av parti av føroyska fiskiskapinum verður ikki lagt fyri tingið í dag, sum annars var ætlanin. Ting.fo skrivar, at Høgni Hoydal hevur boðað tinginum frá hesum í dag.

 

Høgni Hoydal sigur, at hann ætlar at leggja málið fyri tingið í morgin í staðin. Orsøkin tykist vera, at løgmaður er burturstaddur á ríkisfundi, men verður aftur til Føroya í kvøld og tí verður við í morgin.

 

Upprunaliga skuldi uppskotið leggjast fyri tingið fríggjadagin, men tað varð tikið av skrá, eftir at rumbul gjørdist í Javnaðarflokkinum um málið.

 

Jónleif Johannesen, formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, váttaði fyri Kringvarpinum, at tað ikki var full semja um málið í flokkinum, men Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevði hug heldur at vísa til hoyringsskriv, sum vóru komin inn, sum orsøkina til, at málið var útsett.

 

Keldur hjá Miðlahúsinum vilja vera við, at tað serliga eru Kristin Michelsen og Bjarni Hammer, sum eru ímóti at uppskotið verður lagt fyri tingið í verandi líki.