Uppboðssølan kemur kortini

Nú er uppskot lagt fram um, hvat skal seljast á uppboðssølu av fiski.

 

Av makreli verða 10.000 tons seld, av norðhavssild 5.000 tons, av svartkjafti 25.000 tons og so verða eisini 3000 tons seld av botnfiski í Barentshavinum.

 

Uppskotið um uppboðssølu hevur verið til viðgerðar allan dag – serliga tí at ósemja tók seg uppp í Javnaaðrflokkinum um uppboðssøluna.

 

Í lógaruppskotinum, sum landsstýrismaðurin við fiskimálum, Høgni Hoydal, legði  fram fyri løtu síðani stendur eisini, at manninganar á skipunum ikki skulu rinda kostnaðin av at keypa kvotur á uppboði.

 

Avgjøldini fara hinvegin óbýttum, hóast fyrra uppskotið legði upp til, at hetta skuldi fara av partinum hjá reiðarínum.

 

Avreiðingargjlad verður ásett fyri makrel og norðhavssild. Fyri makrel skal ein króna rinddast fyri hvørt kilo, norðhavssildina 75 oyru og svartkjaftin 20 oyru. Tað vil siga, at 25 oyru meira skulu gjaldast fyri sildina.

 

Avgjald verður ikki goldið fyri tann partin av tilfeinginum, sum verður keyptur á uppboðssølu,

Verður landað uttanlands ella til útlendsk skip, so er avgjaldið  tað sama, men tvær krónur verða so lagdar omaná hvørt kilo. Í tí førinum er tað líkamikið um kvotan er keypt á uppboði ella er fingin til vega á annan hátt.

 

Kelda ting.fo