Uppboðssøla av seyði úr Stakkinum

Tað er í dag, at teir eru í Stakkinum eftir seyði. Hetta er hátíðardagur í Tjørnuvík.

Tað er í dag, at teir eru í Stakkinum eftir seyði. Hetta er hátíðardagur í Tjørnuvík, og samstundis er hetta byrjanin uppá heystfjøllini. 

 

Í ár eru 13 seyðir at taka, ein veðrur, seks ær og seks lomb.

 

Úr Tjørnuvík verður sagt, at dagurin byrjaði við at farið verður frá bygdarhúsinum klokkan 7.30, og vanliga eru teir aftur við seyðinum klokkan 13. Tá verður døgurði fyri fjallfólkinum í bygdarhúsinum.

 

Eftir døgurðan verða nakrir seyðir flettir og sundurlimaðir. Hesir verða seldir í stykkjum á uppboðssøluni, sum byrjar klokkan 17.

 

- Ætla fólk at keypa livandi seyð, er eisini møguleiki at fáa seyðin flettan, siga tey úr Tjørnuvík.

 

Eftir uppboðssøluna verður tombola, og í kvøld verður dansur í bygdarhúsinum.