Umsitingin í Løgtinginum hevur gjørt eitt upprit um, hvussu stórur vandin er fyri, at tað almenna fær endurgjaldskrav um fiskirættindini verða seld á uppboðssølu.
Í niðurstøðuni verður sagt, at tað ikki ber til at svara spurninginum greitt, fyrr enn lógin er samtykt og rættarskipanin hevur tikið støðu til eitt møguligt endurgjaldskrav gjøgnum sakarmál.
Umsitingin heldur tó, at uppboðssøla av rættindum til fiskiskapin í Barentshavinum er størri inntriv í rættindini hjá loyvishavarunum enn um hetta verður gjørt við uppsjóvarfisk.
Grundgevingin er millum annað,a t fiskiskapurin í Barentshavinum burturav er skipaður sum eginkvotur og tí talan er um ógvuliga fá skip.
Viðvíkjandi uppsjóvarfiski verður víst til, at har er uppboðssøla roynd fyrr og talið av fiskiførum er økt. Tað hevur ikki gjørt, at nakar hevur lagt sakarmál inn um ognartøku, skrivar umsitingin í Løgtinginum
Umsitingin hevur gjørt hetta upprit til vinnunevndina í sambandi við eitt uppskot, sum var lagt fram undan jólum at landsstýrismanninum við fiskivinnumálum, Høgna Hoydal.
Málið liggur framvegis í vinnunevndini, sum enn ikki hevur skrivað áálit í málinum