Uppboðssølan byrjar í næstu viku

í næstu viku verður farið undir at selja rættindi at veiða makrel, norðhavssild, svartkjaft og botnfisk á uppboðssølu

Í næstu viku verður fyrsta uppboðssølan í ár av rættindum at veiða makrel, norðhavssild, svartkjaft og botnfisk í Barentshavinum.  


Uppboðssølan er skipað um tveir uppboðssøluhættir, opin uppboðssøla og afturlatin uppboðssøla, og fyrsta uppboðssølan verður týsdagin 22. august, tá 5.447 tons av makreli og 1.106 tons av botnfiski verða sett til sølu á opnari uppboðssølu. Higartil eru átta uppboðssølur kunngjørdar.


Av teimum uppboðssølum, ið higartil er kunngjørdar, stendur Fiskamarknaður Føroya fyri opnu uppboðssøluni hesar dagar:


- Týsdagur 22. august 2017: 5.447 tons av makreli og 1.106 tons av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum.

- Týsdagur 29. august 2017: 9.000 tons av norðhavssild og 9.000 tons av svartkjafti.

- Týsdagur 12. september 2017: 9.000 tons av norðhavssild og 9.000 tons av svartkjafti.

- Týsdagur 19. september 2017: 8.500 tons av norðhavssild og 9.297 tons av svartkjafti.


Vørn stendur fyri afturlatnu uppboðssøluni hesar dagar.


- Hósdagur 24. august 2017: 5.447 tons av makreli, 1.107 tons av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum og 614 tons av botnfiski í norska partinum av Barentshavinum.

- Hósdagur 31. august 2017: 9.000 tons av norðhavssild og 9.000 tons av svartkjafti.

- Hósdagur 14. september 2017: 9.000 tons av norðhavssild og 9.000 tons av svartkjafti.

- Hósdagur 21. september 2017: 8.500 tons av norðhavssild og 9.297 tons av svartkjafti.