Rás2 hevur í morgun uppboðssølu av málningi hjá Arngerð Joensen. Peningurin fer óskerdur til orkestrið hjá teimum menningartarnaðu Ælabogin, sum orkestrið eitur, skal í juni mánaði til Lillehammer í Noreg, har stevna verður fyri orkestrum, sum eru mannað við menningartarnaðum.
Fyri at savna pening til ferðina, verður ein stór uppboðssøla av málningum, sum fleiri føroysk listafólk hava latið til endamálið.
Til samans verða 20 málningar seldir á uppboðssøluni, sum verður í SMS leygardagin, men longu í morgun verður altso tjóvstartað á Rás2.
Her er tað ein acrylmálningur hjá Arngerð Joensen, og er málningurin av Trongisvágsbotni. Boð kunnu latast við at skriva SMS til 559999.
Uppboðssølan á Rás2 er opin fyri nýggjum boðum fram til klokkan 11.45.