Uppboðssøla av seyði úr Hósvík

Nú kl. 12 byrjaði ein uppboðssøla í Tinghúsgarðinum í Havn. Tað er róðrarfelagið Knørrur sum skipar fyri, og at hjálpa sær hava tey fingið tveir málførar menn ? Sjúrður Skaale og Torbjørn Jacobsen ? at hjálpa sær við uppboðssøluni.

Innkomni peningurin fer til at reka virksemið hjá felagnum.

Uppboðið byrjaði við 1000 kr. og uppeftir. Nakað striltið gekk at fáa prísin upp, men so líðandi gjørdust fólk meiri hugað at bjóða uppá góðu veðrar og veðurlombini úr Hósvík.