Lisbeth L. Petersen, forkvinna í Sambandsflokkinum, ið er annar av stóru andstøðuflokkunum, heldur einki nýtt vera í røðu løgmans á ólavsøku.
- Har var einki nýtt. Bara uppafturtøkur um, hvat tey siga seg vilja. Har vóru umberingar og danir fáa alla skuldina fyri gongdina, sigur Lisbeth Petersen og sipar her m.a. til samskiftið millum samgonguna og danir.
Trupult heyst
Um orð løgmans um eitt trupult heyst sigur Lisbeth L. Petersen, at hon er samd við løgmann.
- Tað verður óivað eitt trupult heyst, serliga innanhýsis í samgonguni, sigur Lisbeth L. Petersen.
- Hon hugsar her t.d. um fíggjarlógina, sum skal fáast upp á pláss og hon metir, at løgmaður roynir snildir.
- Trupult verður óivað innanhýsis í samgonguni viðvíkjandi fíggjarlógini t.d., men roynt verður at seta kikaran á ymiskt annað ístaðin.
Valstríðið er byrjað
Eisini Lisbeth L. Petersen metir, at valstríðið er byrjað.
- Tað merkist, at floksformenn hava brúk fyri at markera seg, sigur Lisbeth L. Petersen, ið annars fyrireikar seg til umrøðuna av løgmansrøðuni, sum hon nú skal nærlesa.
Annars hevur hon eisini hug at nevna aðalorðaskiftini, ið hava verið mong.
- Hesi hava verið merkt av, at ikki nógvir tingmenn hava verið í salinum. Áhugin hevur ikki verið stórur. Tað hevur óivað verið ov nógv. Tá eitt aåalorðaskifti er komið at enda, so hevur tað næsta verið á skránni. Mong frálík álit hava verið løgd fram, men tey enda bara í skuffum, sigur Lisbeth L. Petersen í samband við, at løgmaður hevur boðað frá fleiri aðalorðaskiftum.
(Les eisini samrøðu við Jóannes Eidesgaard)