Uppafturgrivin borgaralig aga-vísindi?

viðmerking til vin mín Helga Rasmussen

Í grein tíni í Sosialinum 30. januar um sálarfrøði arbeiðsloysisins gloymdist tað týdningarmesta, tá tú nevndi at ávís skeið skuldu geva arbeiðsleysum "røddina aftur": Nevniliga, at felagsligt uppbyggiligasta og sálarligt sunnasta virking av rættvísari vreiði er stættarpolitisk mobilisering. Hetta sæst tíbetur í Íslandi í dag, og varð royndur lutur undir hóparbeiðsloysinum í vesturheiminum í 1970'unum.

Eg undri meg yvir ta menniskjafatan, sum má liggja aftan fyri ta meting í grein tíni, at samfelagsligi mannarætturin arbeiði til allar hendur - snildisligt neiliga umskrivaður av tær til heitið "ósunt null-arbeiðsloysi" - verður sæddur sum ein "sjúk støða" sum skapar "degenerering av relatiónunum millum fólk" (sic!). Og tá tú so pástendur at "fólk vanvirða hvønn annan í gerandisdegnum": um nakað er vanvirðing við tað vit kunnu nevna "menniskjanáttúran", man tað vera ein slík frøðilig trúgv á at "tað ónda í mannasálini" kemur undan kavi í optimalum umstøðum.

Men - hetta er tó heilt í tráð við fordúms hugmyndafrøði sum skuldi innpota í fólk at "arbeiðsloysi er sunt" - fyri at kamuflera tann veruleika at planlagt arbeiðsloysi er eitt disiplineringsamboð hjá Kapitalinum mótvegis arbeiðandi fjøldini - eitt amboð sum smíðar í kollektivum ótta.

Eg helt annars, at henda borgaraliga kamuflasju-ideologi varð deyð og jarðað av meira raffineraðum samfelagsvísindum. Men nógv bendir á at modernað vinnusálarfrøði ikki er annað og meiri enn uppafturgrivin disiplineringssálarfrøði Kapitalsins frá ídnaðarsamfelagnum í farnum øldum - í nýggjum hami sjálvandi.

Og sanniliga tragiskt, at meðan svarið við fjølda-arbeiðsloysið í 1970'unum var politisk skúling og samfelagsvirkni, er svarið hjá modernaðari vinnusálarfrøði trý áratíggir seinni: bindiklubbar til fjøldina!

Hvat meinar tú við, at "arbeiðsleys skulu fáa røddina aftur"?

Come on, Helgi.