Sambært heilsumyndugleikunum í Vietnam høvdu tey tíggju børnini nógvan fepur, tá tey vórðu løgd inn á barnasjúkrahúsið í Ho Chi Minh. Eftir stuttari tíð fingu tey magapínu, fullu síðani í óvit og fingu trupulleikar við andadráttinum og at enda hjartasteðg.
Tann seinasti tilburðurin var mánadagin, tá eitt sekstan mánaðar gamalt barn doyði ellivu tímar eftir, at tað var komið á sjúkrahúsið.
Teir vietnamesisku læknarnir halda, at tað nýggja virusið er eitt enterovirus, sum ger seg inn á gøgnini og elvir til magapínu, spýggju og lammilsi.
- Vit halda ikki, at hetta er lungnasjúkan SARS. Vit hava eisini kannað, um talan er um nakað virus, sum læknavísindin veit um, men allar hesar kanningarnar hava verið úrslitaleysar, sigur stjórin á sjúkrahúsinum í Ho Chi Minh, Tang Chi Thung.
Hann sigur, at eingin heilivágur vísti seg at hjálpa sjúklingunum, men at teir tvørturímóti doyðu eftir stuttari tíð.
Í 1998 doyðu 50 børn, og 253 onnur gjørdust sjúk av einum enterovirus á Taiwan.