Vit hava nú fiskað yvir 70 túsund tons av makreli.
Fiskiskapurin hevur verði slakur, men onkur bátur hevur fingið heldur frægari.
Skipini vóru komin eystur móti markinum, men í dag eru tey í ein landnyrðing úr Fugloynni.
Ein av skiparunum, sum Fiskiveiðieftirlitið tosaði við, helt skemtandi fyri, at makrelurin mátti verða eitt "góðdýr", tí á einum øki innan fyri 10 fjórðingar vóru eini 100 túsund hestakreftir.
Samstundis tosaðu allir um, hvussu stygt tað var.
Mynd: Páll Olsen