Upp til 58 metrar um sekundið

Vindmátarin hjá Landsverki á Oyggjarvegnum boðar frá hvøssum stormi, í hvirlunum upp til 58 metrar um sekundið.

Ódnarveður hevur í kvøld rakt stórar partar av landinum, har Norðoyggjar tykist at verða einasta øki í landinum, ið er sloppið undan ringa veðrinum.


Vindmátararnir hjá Landsverk máldi um hálvgum níggju tíðina hvirlur upp millum 30 og 40 metrar um sekundið fleiri staðni kring landið.


Mest vindur varð tó máldur á Oyggjarvegnum, har vindmátarin boðar frá hvøssum stormi, í hvirlunum upp til 58 metrar um sekundið, meðan hvirlurnar á Gjáarskarði máldu 40,2 metrar um sekundið.


Landsverk ávarar um nógvan vind í hesum støðum:


Gjáarskarð - 20:27 Skrið, Í hvirlunum upp til 40.2 m/s. 
Kambsdalur - 20:28 Skrið, Í hvirlunum upp til 25.4 m/s. 
Gøtueiði - 20:27 Skrið, Í hvirlunum upp til 29.5 m/s. 
Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - 20:28 Skrið, Í hvirlunum upp til 39.0 m/s. 
Norðskálatunnilin, Eystanfyri - 20:27 Stívt andøvsgul, Í hvirlunum upp til 25.8 m/s. 
Høgareyn - 20:28 Hvassur stormur, Í hvirlunum upp til 34.1 m/s. 
Sandavágshálsur - 20:27 Skrið, Í hvirlunum upp til 32.5 m/s. 
Mykines - 20:37 Skrið, Í hvirlunum upp til 29.8 m/s. 
Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - 20:28 Hvassur stormur, Í hvirlunum upp til 58.0 m/s. 
Kaldbaksbotnur - 20:27 Stívt andøvsgul, Í hvirlunum upp til 25.4 m/s. 
Sund - 20:28 Hvassur vindur, Í hvirlunum upp til 28.2 m/s. 
Glyvursnes  - 20:30 Hvassur stormur, Í hvirlunum upp til 33.1 m/s. 
við Velbastaðháls - 20:27 Skrið, Í hvirlunum upp til 30.3 m/s. 
Sandoy, á Brekkuni Stóru - 20:28 Stormur, Í hvirlunum upp til 34.3 m/s. 
Hvalba - 20:28 Hvassur vindur, Í hvirlunum upp til 31.5 m/s. 
Krambatangi - 20:28 Andøvsgul, Í hvirlunum upp til 27.0 m/s. 
Ørðaskarð, Fámjinsvegurin, - 20:29 Kolandi stormur, Í hvirlunum upp til 37.6 m/s. 
Porkerishálsur - 20:27 Skrið, Í hvirlunum upp til 30.0 m/s.