Uppá tal í AB – nú tekniskur stjóri í grikskum stórfelag

Fyri trimum árum síðani var danskur venjari uppá tal í AB. Nú hevur grikska stórfelagið, Panathinaikos, sett hann sum nýggjan tekniskan stjóra

AB hevði fyri trimum árum síðani – millum kappingarárið 2015 og 2016 – vitjan av donskum venjara eitt vikuskiftið uppundir kappingarárið 2016.

 

Navnið var Jesper Fredberg. Ein tá 34 ára gamal danskur venjari, sum var til samtalu í lítla høvuðsstaðarfelagnum, har ætlanin var at knýta danan sum nýggjan venjara hjá AB í kappingarárinum 2016.

 

Men eftir vikuskiftið í Føroyum, komu AB og Jesper Fredberg ikki ásamt um eina avtalu. Danin fór tí niður aftur til Danmarkar, og ístaðin setti AB runavíkingin, Trygva Mortensen, í venjarasessin.

 

Í august 2016, tá AB lá til niðurflyting í føroyskum fótbólti, fekk Jesper Fredberg nýtt venjarastarv. Jesper Fredberg var tá settur sum høvuðsungdómsvenjari í kýpriotiska felagnum, Omonia Nikosia. Síðani er danin eisini fluttur fram í felagnum, soleiðis at hann seinasta hálva árið hevur verið høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum í felagnum.

 

Og í dag er komið fram, at danski venjarin nú skiftir víðari frá kýpriotiska felagnum. Eitt skifti, sum helst ikki hevði borið til, um Jesper Fredberg á sinni tók av í AB. Jesper Fredberg er settur sum tekniskur stjóri í grikska stórfelagnum, Panathinaikos, sum fleiri ferðir hevur spælt í Champions League kappingini.

 

Í Panathinaikos skal danin vera við til at implementera ein felags spælistíl, við til at seta venjarar og útbúgva venjarar í mun til spælistíl og strategi.

 

Les eisini: AGF venjari til AB