Upp og niður hjá ÍF Føroyum

Besta mansliðið hjá fótbóltsútisetunum er í niðurflytingarvanda, og tað sama eru kvinnurnar. Hini bæði mansliðini hjá ÍF Føroyum hava møguleika fyri uppflyting

FÓTBÓLTUR

 

1. lið hjá ÍF Føroyum spældi javnleik 2-2 ímóti Olympia á Kløvermarkini í gjár. ÍF Føroyar var á odda bæði 1-0 og 2-1, men fáar minuttir fyri leiklok javnaði Olympia og soleiðis misti ÍF Føroyar tvey stig.

ÍF Føroyar spældi serstakliga væl og munurin liðanna millum var so eyðsýndur sum sjáldan áður. Málmøguleikarnir vóru nógvir, men neyvleikin vantaði og tískil fekk ÍF Føroyar ikki fleiri mál enn tey bæði, ið Erling Fles og Pætur Dahl hvør í sínum lagi syrgdu fyri.

Hinvegin hevði Olympia at kallað ongar kjansir, og tí kendist tað næstan sum rán á alljósum degi, tá teir skoraðu til 2-2.

Stigið ÍF Føroyar fekk við javnleikinum er sjálvsagt kærkomið, men trý stig høvdu fjálgað enn meiri hjá útisetunum, sum eru í vanda fyri at flyta niður úr Seriu 1. Enn er liðið tó so mikið væl fyri, at tað kann avgera lagnuna sjálvt.

 

Vunnu 11-0

Hjá 2. liðið er tað eitt sindur hugaligar. Teir spæla í Seriu 3 og vunnu ikki minni enn 11-0 á Olympia. Sonni Johansen gjørdu trý mál, Carl Herup Høgnesen og Rógvi Arge hvør síni tvey, meðan Henry Petersen, Rói Olsen, Tróndur Petursson og Regin Thomsen fingu eitt mál í part.

Komandi vikuskiftið spælir 2. lið hjá ÍF Føroyum ímóti Skovshoved. Vinnur liðið henda dystin, skal ÍF Føroyar spæla play-off dyst um uppflyting í Seriu 2.

 

3. lið í Seriu 3

Eisini 3. mansliðið hjá ÍF Føroyum hevði ein góðan dag í gjár. Her gjørdist talan um 4-2 sigur á GVI. Hans Petur í Brekkunum gjørdi tvey mál, og Eilev Sivertsen og Pætur Jacobsen hvør sítt.

3. lið liggur næstfremst í Seriu 4 og tað merkir, at vinnur liðið teir báðar dystirnar, ið eftir eru, so flytir liðið upp í Seriu 3.

 

Kvinnurnar vunnu

Kvinnuligu útisetarnir hava eisini eitt fótbóltslið. Hesar vóru í dag ógvuliga vælmannaðar og vunnu 3-0 á VLI. Málini gjørdu Halltóra Joensen, Ása á Neystabø og Tanja Poulsen. Kvinnuliðið hjá ÍF Føroyum liggur næstaftast í síni deild, og stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting.