Upp og aftur

    

Anna Joensen
????
Las viðmerkingina, Heri Mohr hevði í Sosialinum 18. sep., um nátthús á sjúkrahúsinum og fekk hug at skoyta nakað uppí.
Var og vitjaði sjúkling, ið lá á hesum nýggja og snotuliga sjúkrahúsi, og sjálvandi mátti eg inn á vesi, at hyggja, hvussu har sá út.
Óguvliga rúmligt og væl gjørt, men eg má siga, at eg gjørdist kløkk, tá eg sá tvær kontaktir á vegginum, sum skuldu brúkast at læsa og lata hurðina upp við.
Við stórum bókstavum var skrivað at onnur kontaktin var til at læsa hurðina við og hin at "LÆSA UPP" við.
Eg spyrji bara, er mállæran so nógv broytt síðani eg gekk í skúla, ella er okkurt skeivt her?