Lutfalsliga køld luft kemur inn yvir Føroyar av suðri og landsynningi. Í dag kemur eitt lágtrýst inn yvir Føroyar av útsynningi, undan einum minni hátrýstsryggi í morgin. Leygarnáttina fer eitt brúgvalag við regni framvið av útsynningi og leygardagin nærkast djúp lágtrýst haðani av útsynningi. Lágtrýstið fer væntandi framvið tíðliga sunnumorgunin við regni og nógvum vindi, áðrenn eitt rák av útsynningi við ælaveðri fylgir. Fyrst í næsti viku kemur lýggjari luft inn yvir Føroyar av landsynningi.
Veðrið í dag
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s, sum út á dagin minkar í gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s. Framvegis ælaveður, men onkrir sólglottar og hitin millum 5 og 8 stig. Í nátt andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri, 7 til 12 m/s. Okkurt æl, annars lutvíst klárt. Hitin millum 2 og 6 stig, í støðum um frostmarkið.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s, seinnapartin av útsynningi og suðri og minkandi vindur. Okkurt einstakt æl og onkrir sólglottar, men út á dagin dregur samanum. Hitin millum 5 og 8 stig. Um kvøldið og náttina lækkar hann í ein sunnan og landsynning og øtlar vindin í strúk í vindi upp í skrið, 12 til 18 m/s, við hvøssum hvirlum. Samdrigið og samregn og hitin millum 7 og 10 stig.
Leygardagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi og suðri, 10 til 15 m/s, sum út á náttina veksur í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 20 m/s. Í hvirlunum upp í hvassan og kolandi storm, 25 til 30 m/s. Skýggjað og samregn, seinni klárar í, tó okkurt æl, og um náttina skýggjað og ælaveður. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.
Sunnudagin
Strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 20 m/s, við hvøssum hvirlum, men út á dagin makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur ælaveður, men um náttina klárari. Hitin um dagin millum 6 og 9 stig, um náttina niður í 3 til 6 stig.
Mánadagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum spakuliga minkar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, og snarar í ein landsynning. Sólin sælr, men fyrrapartin okkurt æl og um náttina skýggjað og regn í støðum. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 9 stig.
Týsdagin
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, sum øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassanvind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella sirm. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.